Stutt fyri klokkan 17 í gjár steðgaði løgreglan einum bili í norðurøkinum.
Bilførarin var ávirkaður og hevði ikki koyrikort. Hann varð skuldsettur fyri bæði viðurskiftini.
Talan er um ein útlending, sum arbeiðir í Føroyum. Løgreglan heldur, at hann møguliga hevur mist koyrirættin í heimlandinum.
Víkiskylduóhapp við SMS
Eitt minni ferðsluóhapp var eisini uttan fyri SMS stutt eftir klokkan 16 í gjár.
Talan var um eitt víkiskylduóhapp. Eingin fólkaskaði er fráboðaður.