info
Ongi úrslit

Forkastiligt at gera samstarvsavtalu við Rusland

Sámal Petur í Grund og Kristin Michelsen, valevni fyri Sjálvstýri
25. november 2022 kl. 14:21

Longu í marsmánaða í ár, boðaðu Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, og formaður floksins, Sámal Petur í Grund, frá, at vit sum fólk ikki tigandi kunnu hyggja at, meðan vanliga fólkið í einum landi verður atsøkt og dripið. Sjálvstýrið heitti tí á løgmann og politiska myndugleikan at umgangandi seta tiltøk í verk, sum klárt vísa, at vit sum fólk, standa saman við ukrainska fólkinum.

Vit eiga ikki bara at standa saman við ukrainska fólkinum og hermonnunum, sum eru noyddir at stríðast fyri móðurlandið, men eisini saman við teimum mongu russisku kvinnum, døtrum, systrum, mammum og ommum, sum grátandi síggja sínar kæru menn verða leiddar beint í deyðan.

Føroyskur svartkjaftur skal ikki umsetast til russiskt lóður og bumbur

Sjálvstýri er í dag enn sannførdari um, at vit ikki eiga at samráðast ella at samstarva við russar, sum støðan er nú. Vit eiga heldur at senda eitt greitt signal til umheimin, at vit mótmæla kríggi og ágangi.

Ikki tí; russiski sjómaðurn, og meginparturin av russiska fólkinum, hevur onga skuld í, at stýrið er farið í krígsørt sjálvsveiggj, men vit mugu tálma peningastreyminum, sum rennur beint úr føroyska fiskigrunnunum og beint í russiska vápnaídnaðin, har svartkjaftapeningurin er við at framleiða vápn og onnur oyðandi endamál.

 

Ver móti øðrum, sum tú ynskir, onnur skulu vera móti tær

Eitt annað sjónarhorn er, at vit, føroyingar, kenna okkum tryggar í fjálgu føroysku stovunum, og vit siga okkum vilja verja áhugamálini hjá NATO, men hvussu kunnu vit krevja verju - nú vit eru krígsharrans samstarvsfelagi - um vit einaferð verða atsøkt av slíkum harðræði, sum Russland er vorðið?

Vit mugu eisini hava í mentu, at okkara sjófólk í Barentshavinum sigla í russiskum farvatni, sum kann gerast hættisligt. Um russiska stýrið, sum hevur hernaðarvenjingar víða hvar í økjum nærhendis fiskileiðunum, brádliga trívur í aðrar hernaðarmannagongdir, so kunnu teir koma í beinleiðis vanda.

Tíðindaskrivið, dagfest 13. mars 2022, var soljóðandi:

Sjálvstýrið meinar, at vit sum fólk eiga at standa saman við teimum menniskjum, sum í hesi løtu líða ein ræðuligan ágang. Eitt samanhald, ið er størri enn óttin fyri at missa inntøkur.

Sum fólk hava vit skyldu at gera tað, sum vit kunnu fyri at steðga tí fólkadrápi, sum í løtuni fer fram í Ukraina. Sum land er tað ábyrgdarleyst, bert at taka búskaparlig atlit, og ikki vísa samábyrgd við teimum londum, sum hava sett revsitiltøk í verk mótvegis Ruslandi.

Føroyar og Føroya fólk hava ábyrgd av at verja ukrainska fólkið ímóti oyðileggjandi atsóknunum hjá Putin.

Vegna Sjálvstýrið

Sámal Petur í Grund 

Floksformaður 

Kristin Michelsen 

Løgtingsmaður  

Um tú vil hava meira kunning um Sjálvstýrisflokkin - sí meira á leinkjuni niðanfyri:

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/11/25/forkastiligt-at-gera-samstarvssatmala-vid-rusland/

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

18 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

33 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

7 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

8 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

8 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

8 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

9 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

9 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

9 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

9 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

9 tímar síðan