Grønland hart rakt av koronusmittu

104 nýggir smittutilburðir eru staðfestir í Grønlandi, harav 81 eru í Upernavík.

 

Fleiri enn ein av hvørjum fimm, sum eru kannað í Upernavík, hava fingið staðfest koronu. Mynd: Tilvildarlig.

Í dag eru staðfestir 104 nýggir smittutilburðir í Grønlandi.

 

Av hesum eru heili 81 tilburðir staðfestir í býnum, Upernavík, har stívliga 1000 fólk búgva.

 

Í løtuni eru næstan 100 aktivir covid-19 tilburðir í Upernavík. Tað merkir, at smittuspjaðingin í býnum er rættiliga umfatandi.

 

Fleiri enn ein av hvørjum fimm, sum eru kannað í Upernavík, hava fingið staðfest covid-19.

 

Smitta er eisini staðfest hjá fleiri, eftir at tey eru farin úr býnum. 

 

Eins og í øðrum grønlendskum býum, har smitta er í løtuni, eru eisini nógv børn smitta í Upernavík. 

 

Síðan í gjár eru eisini 20 nýggir smittutilburðir staðfestir í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Í teimum økjum í Grønlandi, har smittuspjaðingin í løtuni er størst, eru skerpað tiltøk sett í verk til tess at fyribyrgja enn størri spjaðing.

 

 

 

 

 

Fleiri enn ein av hvørjum fimm, sum eru kannað í Upernavík, hava fingið staðfest koronu. Mynd: Tilvildarlig.