Klokkan 15 spæla uppflytingarkandidatarnir í 1. deild hjá monnum, TB og AB dyst við Stórá í Trongisvági.
Bæði liðini hava vunnið ein dyst og hava tapt ein dyst í tveimum teimum fyrstu umførunum.
Onkursvegna lata altjóða veddingarfyritøkur ikki odds upp á dystin, hóast talan er um tey fremstu liðini hjá báðum feløgunum.
Men veddingarfyritøkurnar hava ofta áhugaverd innanhýsis hagtøl, og tey eru rættiliga spennandi tá ein skal nærkanna dystir millum TB og AB.
Hagtølini eru sera jøvn, tí í 20 teimum seinastu dystunum millum TB og AB, so hevur TB vunnið sjey dystir, sjey dystir eru endaðir við javnleiki, og AB hevur vunnið seks dystir.
HER er yvirlitið við 20 teimum seinastu dystunum millum TB og AB:
##med2##
##med3##
Kelda: Betexplorer