info
Ongi úrslit

Hava sitið avbyrgd í næstan eitt ár

Mannagongdin í sambandi við koppsetingina fyri koronu, kann ikki vera røtt, sigur mamma eitt barn við fjølbreki

Áki Bertholdsen
3. mars 2021 kl. 10:46
Tað er óskiljandi, at tey við fjølbreki ikki standa heilt frammaliga í koppsetingarætlanini, tí tey tola als ikki at fáa koronu. Tað heldur Elna Nón, mamma Berg, sum er 25 ár, og fjølbrekaður. Hann er soleiðis fyri, at tað má ikki henda, at hann fer koronu, tí tað tolir hann als ikki. Hon sigur, at síðani korona fór at ganga í mars í fjør, hava tey sitið fullkomiliga avbyrgd. Tey fara ikki út ímillum fólk hvørki í føðingardagar, ella nakað annað, og eingin kemur inn til tey, uttan við eini nýggjari, negativari, koronuroynd í hondini. Og sjálv fór hon heim at arbeiða og hevur arbeitt heima síðani. – Vit hava sitið í einsemi nú í skjótt eitt heilt ár, púra avbyrgd frá øllum. Tað er ræðuliga einsligt, og nú orka vit ikki meir, sigur hon. Hon sigur, at í Danmark eru tey, sum eru í somu støðu, langt síðani koppsett, so fyri hana er tað óskiljandi at koppingarætlanin í Føroyum, er so nógv øðrvísi. Myndugleikarnir gjørdu eisini vart við, at fólk skuldu ikki ringja at spyrja, nær tað var teirra tørn at verða koppsett, tí øll fingu boð, tá ið tey skulu møta. Men tá ið Elna Nón so frætti, at tey fóru undir at geva fólki aðru sproytuna, fleyt yvir hjá henni og hon sendi Landssjúkrahúsinum eitt teldubræv at spyrja um koppseting til Berg. Men tey vístu bara til, at tey høvdu einki við koppsetingina at gera, tí tað hoyrdi undir koppingarnevndina. Eftir nakrar mailar aftur og fram ímillum meg og Landssjúkrahúsið, bað eg tey senda koppingarnevndini alt samskiftið, sigur hon – Tað gjørdu tey - og tað hjálpti, tí tey ringdu beinanvegin, at nú skuldi Bergur koppsetast. Sostatt fekk hann ta fyrstu sproytuna tann 5. februar og bíðar nú eftir seinnu sproytuni.   – Mær vitandi er eingin annar við fjølbreki koppsettur, so eg má viðganga, at eg føli meg eitt sindur illa, at eg var so framlig at venda mær til teirra, sigur Elna Nón. – Men hjá okkum var tað ein fantastiskur lætti, tí nú er orka vit ikki hetta einsemi longur, sigur hon. Hinvegin skilur hon framvegis ikki, hví tey við fjølbrekið, ikki eru nógv longur frammi í koppingarætlanini. Og í roynd og veru heldur hon eisini, at tað er undarligt, at tað skal bera til hjá teimum at verða koppsett, sum eru nóg framlig, at seta seg í samband við myndugleikarnar at biðja um at verða koppsett. Tað er ikki serliga álitisvekjandi, heldur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

22 tímar síðan

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar

57 minuttir síðan
Hondbóltur

Aarhus vann - Stoholm og Køge taptu

1 tími síðan
Tíðindi

Æviga aktuellar systrar í Hoydølum

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Føroyar Kasakstan 1-1

1 tími síðan
Tíðindi

Deyður persónur funnin á sjónum í Qaqortoq

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan vann á Magnusi - Pauli og Jákup taptu fyri meistarunum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Aftursvar til sam­røðu hjá KVF við Trygd um priv­ata bila­út­leigu

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava fleiri pengar at verða verandi í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Odmar Færø er nýggjur liðformaður

4 tímar síðan