Havnarmenn og klaksvíkingar telva á ólavsøku

Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag.

Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Í nøkur ár var hetta føst siðvenja ólavsøkuaftan, seinni eisini á norðoyastevnu, men sum árini liðu, datt hesin siðurin niðurfyri. Nú verður roynt aftur, skrivar Talvsambandið.

 

Tíggju telvarar eru ætlandi á hvørjum liði. Talan er um kviktelving. Telvarar fáa fimtan minuttir í part umframt tíggju sekund fyri hvønn leik. Dysturin, sum er ásettur at byrja klokkan 18.30, verður tí liðugur innan ein tíma.

 

Telvað verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen, har sangstovan hevur verið. Áskoðarar hava ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.

 

Toppdystur

 

Skal dystur yvir tíggju borð vera millum tvey talvfeløg í landinum, eiga Havnin og Klaksvík sterkastu liðini. Rætt er, at Sandavágs Talvfelag hevur vunnið nógv FM-heiti í 1. deild tey seinnu árini, men í landskappingini eru fýra telvarar á hvørjum liði. Vágamenn hava yvir tíggju borð ikki breiddina hjá feløgunum í Havn og í Klaksvík, sum bæði hava tvey lið hvør í 1. deild.

 

Eins og í fótbólti og øðrum ítrótti valdar ávís prestisja, tá havnarmenn og klaksvíkingar telva. Hetta eru eisini feløgini, sum hava vunnið flestar FM-sigrar í bestu deildini í liðkappingini.

 

Úrslit í 90-unum:

 

Hesin dysturin er sum sum nevnt ein roynd at vekja upp aftur eina gamla siðvenju við ólavsøkutelving millum bæði størstu plássini í landinum. Fyrsti ólavsøkudysturin var í 1995.

 

Hesi árini høvdu fleiri av bestu føroysku telvarunum, sum tá vóru lesandi uttanlands, skipað seg í eitt føroyskt útisetafelag í Keypmannahavn. Stutt eftir aldamótið telvaðu føroyingarnir seg upp í bestu deildina í donsku landskappingini. Flestu útisetatelvararnir tey árini - meginparturin havnarmenn og klaksvíkingar - vóru heima um sumrarnar, og hittust tí í hesum afturvendandi summardystum á ólavsøku saman við heimaføroyingunum.

 

Telvað var nakrar ferðir seinnu 90-árini - í hvussu er til 1998. Alt var kanska ikki uppskrivað. Liðini mannaðu seg við tíggju telvarum, stundum níggju ella átta.

 

Úrslitini vóru hesi:

 

Ólavsøka 1995-1998

 

1995 Havnin - Klaksvík 3 - 6

 

1996 Havnin - Klaksvík 5 - 3

 

1997 Havnin - Klaksvík 7½ - 2½

 

1998 Havnin - Klaksvík 6½ - 2½