Hoyvíkskvinnur taptu við trimum málum - vunnu seinna hálvleik

Tá støðan var 28-20 til Atletico Guardes sá heldur svart út, men góður endaspurtur hjá H71 bjargaði heildarmyndini

Jana Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við 12 málum

H71 hevur júst leikt fyrru áttandapartsfinaluna í Europa Cup móti spanska liðnum, Atletico Guardes niðri í Spania. 

 

Spanska liðið vann ein tepran 34-31 sigur. Í steðginum var Atletico Guardes á odda 17-12.

 

H71 vann sostatt seinna hálvleik 19-17. 

 

Tá støðan 28-20 til Atletico Guardes byrjaði at síggja eitt sindur svart út, men so fingu hoyvíkskvinnur minka um munin til 24-28, og eftir tað slapp spanska liðið ongantíð meir enn fimm mál framum.

 

H71 skoraði upp á 31 av 50 málroyndum. Atletico Guardes skoraði upp á 34 av 45 málroyndum. 

 

Dysturin í kvøld var tekniskt heimadysturin hjá H71, og tí má H71 í returdystinum í annaðkvøld klokkan 18 vinna við fýra málum ella ein trímálssigur, ið hevur fleiri skotin mál enn 34-31.

 

H71-Atletico Guardes 31-34 (12-17) - Fyrra Europa Cup áttandapartsfinalan. 

 

H71: Jana Mittún 12, Guðrið á Borg 5, Lukka Arge 4, Christina Arge 2, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Maria H. Weyhe 2, Vár Bentsdóttir 2, Marita Mortensen 1, Lív Bentsdóttir 1.

 

Rúna Larsen bjargaði fimm av 24 skotroyndum. Alda av Skarði var ikki skrásett fyri nakra bjarging í kvøld. 

 

 

 

Jana Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við 12 málum