Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld. Í báðum førum gjørdist talan um tap, men føroysku leikararnir avrikaðu framúr væl.
Liðið hjá Rúnar Hammer, Stoholm tapti á heimavølli 25-35 fyri Rækker Mølle, ið var á odda 17-12 í steðginum.
Rúnar kann avgjørt ikki lastast fyri tapi. Hann skoraði heili 11 mál fyri heimaliðið. Also nærum helvtina av málunum hjá Stoholm.
Stoholm er næstaftast í deildini við bert tveimum stigum.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara í Aarhus taptu á útivølli 29-32 (15-16) fyri Team Sydhavsøerne.
Rói var saman við Mathias Møller og Joachim Pedersen toppskjútti hjá Aarhus. Teir tríggir skutu fimm mál hvør.
Aarhus er nummar átta í deildini við 12 stigum.