Liðið hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro er í einari góðari gongd í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann Holstebro í AL Sydbank Arena í Fredericia frammanfyri 1.369 áskoðarum 39-37 á heimaliðnum. Í steðginum var Holstebro á odda 20-16.
Teis skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir.
TTH Holstebro er nummar níggju í deildini við 13 stigum. Teir eru tvey stig frá týðandi áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Leygardagin klokkan 14.30 hevur liðið hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy dyst á heimavølli móti Skjern.
Sunnudagin klokkan 15 hava Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus dyst á heimavølli móti Ribe-Esbjerg. Sama kvøld klokkan 19 spæla Óli Mittún og hinir í GOG dyst á útivølli móti Bjerringbro-Silkeborg.