Iga Swiatek vann French Open á triðja sinni

Pólska, Iga Swiatek vann á kekkisku, Karolinu Muchova í finaluni

Iga Swiatek er French Open meistari á triðja sinni

Fyrr í dag kundi Iga Swiatek úr Pólandi feira triðja French Open sigurin aftaná 2-1 finalusigur á Karolinu Muchova úr Kekkia á Roland Garros leikvøllinum í París.

 

Hetta er triðju ferð, at 22 ára gamla, Iga Swiatek vinnur French Open tenniskappingina, ið er ein av fýra teimum fremstu tenniskappingunum í heiminum. Iga Swiatek hevur eisini vunnið US Open á einum sinni.

 

Iga Swiatek-Karolina Muchova 2-1 (6-2, 5-7, 6-4) - Finala í French Open. 

 

Í morgin klokkan 14 verður finalan hjá monnum, har 36 ára gamli Novak Djokovic úr Serbia møtir 24 ára gamla, Casper Ruud úr Noregi í finaluni.

 

 

 

Iga Swiatek er French Open meistari á triðja sinni