Ikki er tað lætt at villeiða tey ungu lesandi  

Til alla lukku, er okkara ungdómur sera skilagóður, og er ikki lættur at villeiða. Tey hava, eins og eg og tú, atgongd til nógvar upplýsingar. So at royna at villeiða tey, ella onnur, endar vanliga við einum “sjálvmálið”. Umframt tað, so haldi eg tað als ikki sømir seg við tílíkum arbeiðslagið í einum framkomnum fólkaræði. Lat okkum gera tað betri enn vit gera í dag. 

Lat okkum bara fáa fakta á borði Jóhan Dahl, so tað ikki gerst neyðugt at sleingja um seg við pástandum um eitt og annað.  

Tíanverri havi vit ikki atgongd til allar neyðugu upplýsingarnar. Men somikið er tøkt allíkavæl á netinum, at eg haldi meg kunna siga, at tað er tú sum villeiður Føroyingar.  

M.a. skrivar tú, at sbrt tølum frá Studna, so lesa tað 2000-2500 Føroyingar uttanlanda. Vinarliga vísa mær á hvar tú finnur tey tølini. Tað eg finni á www.studni.fo er, at skúlaárið 20/21 vóru tað 1.785 fólk sum vóru á hægri lesnaði. Harav vóru 1.018 lesandi í Føroyum. 630 lesandi í Danmark og 137 aðrastaðni. Altso, trekkja vit tey burturav sum lesa í Føroyum, so er talið 767. Tað er nú langt frá 2000-2500. Møguliga er onkur sum fær SU, sum ikki eru undir hægri lesnaði, men neyvan 1800 fólk. Ella? 

Sum eg skilji ÚSUN, tann skipanin er eitt sindur torskil, so rindar ÚSUN sum meginregla lestrarstuðul upp til 2 ár hjá teimum, sum eru uttanfyri Norðurlond, umframt skúlagjald, ferðastuðul o.s.fr.  

Siga vit so, at helvtin av teimum 137 fáa ÚSUN, so er samlaða talið 630 + 68 = 698 sum fingu SU lestrarárið 20/21 sbrt. www.sudni.fo (hagtøl). (698 x 6400) x 12 = 56,6 mió. Kr. Tað er nú eisini langt frá teimum 160+ mió tú pástendur SU er.  

Hvørjum skal so Føroyingurin trúgva, tá tínir pástandir eru so langt við síðurnar av tí, sum verðuligu tølini vísa? 

Og nær hevur Tjóðveldi pástaðið, at Helsinki avtalan gevur okkum annað enn javnsetta atgongd til lestrarstøð í norðurlondum saman við øðrum lesandi frá norðurlondum? 

Vit vita væl, at SU hongur eftir, og hava ongantíð pástaðið annað enn tað. Tað eru bert sambandsfólk, sum pástanda at vit í Tjóðveldi pástanda tað. 

Vit uppliva tað sama, tá talan er um Heilsuverk Føroyar. Tøl vera slongd út, uttan at neyðuga fakta liggur aftanfyri. Haldi tað minsta veljarin eigur at vænta av okkum, sum bjóða okkum fram, er, at vit halda okkum til fakta og sannleikan. Fyri at undirstrika tað einaferð afturat, so rindar føroyski landskassin fyri m.a. sjúkraviðgerðir uttanlanda. Ikki Danmark ella ríkisfelagsskapurin. Enntá eisini til viðgerðir í Danmark. 

Tí er tað so sera neyðugt, at eitt Tjóðveldis umboð aftur fær sæti á Fólkatingi. Vit hava uppiborið at fáa fakta á borðið, so vit sakliga og skilagott kunna fyrihalda okkum til verðuleikan. 

X við E 

Jóhan Christiansen