info
Ongi úrslit

Jeaneth útbúgvin serlækni

Eftir útbúgving í fýra og eitt hálvt ár er Jeaneth Løkjá útbúgvin serlækni í almennum medisini, sum hon hevur lokið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini

Jóannes Hansen
27. februar 2021 kl. 15:27
Landssjúkrahúsið skrivar soleiðis á facebook: Jeaneth Løkjá er júst vorðin liðug við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. Jeaneth Løkjá hevur ávikavist verið í viðtaluni hjá Jónu Hansen, sum tá var í Miðlon, hjá Sten Larsen, somuleiðis í Suðurstreymoyar læknadømi og nú seinasta árið hevur hon verið hjá Djóna Joensen, kommunulækna í Vestmanna læknadømi. Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Næsti læknin í ár verður liðugur 1. november. Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar. Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, Jeaneth Løkjá, serlækni í almennum medisini, Turið Holm Johannesen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini í Føroyum og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

8 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Støre og Mette ósamd um samrøðu við Putin

31 minuttir síðan
Tíðindi

Russiskt álop á tokstøð kravt 13 mannalív

1 tími síðan
Tíðindi

Neyðugt at verja javnstøðuna

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri dialogar eftir Platon í føroyskari týðing

1 tími síðan
Tíðindi

Christine Lagarde gevst í ECB fyrr enn ætlað

2 tímar síðan
Tíðindi

Pedro Sánchez vil hava svar eftir vanlukkuna

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Ynskja vit at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið?

3 tímar síðan
Tíðindi

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

4 tímar síðan
Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

4 tímar síðan
Tíðindi

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

5 tímar síðan
Tíðindi

Fólk úr 87 ym­isk­um lond­um ferð­að­ust við SSL í summar

5 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin verður gjørt stigvíst

6 tímar síðan