Karl Weihe givið ein sang út: Rappar á føroyskum

Nýggja føroyska reality-stjørnan Karl Weihe kann nú eisini skriva tónleikari á sítt CV.

Hugo og Karl

»Genta, tú ert deilig, tú ert farlig, kom her til mín (...) Tú ert so fín, baby kom nú, eg vil vera tín...«

 

Soleiðis rappar 23 ára gamli Karl Weihe í nýggja sanginum "Ex on the Beach", sum hann og Hugo Collette júst hava givið út.

 

Teir báðir hittust í sambandi við reality-sendirøðina "Ex on the Beach", har teir gjørdust góðir vinmenn, og saman kalla teir seg nú "Testosterone Boys". 

 

– Takk fyri øll tey fittu boðini, og takk til øll, sum deila og stuðla okkum, skrivar Karl Weihe á Instagram.

 

Sangurin snýr seg um sendingina og er at hoyra á Spotify.

 

##med2##

 

Les meira um luttøkuna hjá Karl Weihe í "Ex on the Beach" her: Føroyingur við í reality-sjónvarpsrøð: – Tað var eitt ævintýr

 

Hugo og Karl