info
Ongi úrslit

Klárt at flúgva laks hjá Bakkafrost til New York

FarCargo hevur nú keypt farmaflogfar, sum skal flúgva laks úr Føroyum

Flogfarið hjá FarCargo er av slagnum Boeing 757
Eirikur Lindenskov
22. apríl 2023 kl. 07:46

Sáttmálin er nú gjørdur við amerikanska felagið AerSale um keyp av einum Boeing 757-200 farmaflogfari. Avtalað er, at nýggja føroyska farmaflogfelagið, FarCargo, fær flogfarið um mánaðarskiftið juni-juli.

Flogfarið verður sambært avtaluni latið FarCargo í Phoenix Arizona.

Flogfarið, sum er frá 2001, hevur Rolls Royce motorar, sum hava umleið 28.000 hestakreftir hvør. Annars er flogfarið rættuliga vælútgjørt. Hevur eitt nú RNP navigatiónsútgerð sum ger tað møguligt at lenda, tá sýnið kann verða ivasamt.

– Tað merkir, at nú vita vit, at vit fáa hetta flogfarið, og tað verður latið okkum síðst í junimánaði.

Tað sigur Birgir Nielsen, sum er stjóri í flogfelagnum, sum hann eisini er partaeigari í, í stórari samrøðu við Sosialin.

Tað er listamaðurin Anker Eli Petersen, sum hevur sniðgivð flogfarið hjá FarCargo
Tað er listamaðurin Anker Eli Petersen, sum hevur sniðgivð flogfarið hjá FarCargo

Eitt sindur um FarCargo:

• Bakkafrost P/F: Meirlutapartaeigari (70%)

• Sp/f 25.05.2021: Minnilutapartaeigari (30%):

Partaeigarar í Sp/f 25.05.2021 eru hesir:

• Heðin Krett, flogskipari, sum hevur 30+ ára royndir við flúgving umframt farmaflúgving

• Hans Meinhart á Høgabóli, flogskipari, sum hevur 40 ára royndir við flúgving umframt farmaflúgving

• Andrew Djurhuus, flogteknikkari, sum hevur 25+ ára royndir úr Atlantic umframt at eiga og reka egnu fyritøkuna AerService í Danmark

• Birgir Nielsen, sum hevur 30 ára royndir innan fíggjarvinnu og privata vinnu. Eigur og rekur egnu fyritøkuna Nira

Regin Jacobsen, nevndarformaður, flogskipararnir Meinhard á Høgabóli, Heðin Krett, Rúni Højgaard, Atli Tróndheim, Johan Vágadal og stjórin Birgir Nielsen
Regin Jacobsen, nevndarformaður, flogskipararnir Meinhard á Høgabóli, Heðin Krett, Rúni Højgaard, Atli Tróndheim, Johan Vágadal og stjórin Birgir Nielsen

Lesið stóra samrøðu við Birgir Nielsen, stjóra, og Regin Jacobsen, nevndarformann í FarCargo, í Sosialinum, sum fæst til keyps kring landið, og sum haldarar eisini kunnu lesa á sos.fo

Soleiðis sær lastarúmið út í flogfarinum
Soleiðis sær lastarúmið út í flogfarinum

Eitt Boeing 757 flogfar hjá DHL verður her lastað. Soleiðis verður flogfarið hjá FarCargo eisini lastað, tá tað fer úr Føroyum við laksi
Eitt Boeing 757 flogfar hjá DHL verður her lastað. Soleiðis verður flogfarið hjá FarCargo eisini lastað, tá tað fer úr Føroyum við laksi

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

2 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær markant­ar rødd­ir í danska út­lend­inga­kjaki­num til Føroya

15 minuttir síðan
Tíðindi

Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.

22 minuttir síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s

52 minuttir síðan
Tíðindi

Íslendingar vilja hava nýggja ali­lóg sam­tykta í vetur

1 tími síðan
Tíðindi

Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað

1 tími síðan
Tíðindi

Elsa Berg váttar: Javn­að­ar­flokk­ur­in koyrdur á dyr

2 tímar síðan
Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

2 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

3 tímar síðan
Tíðindi

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

3 tímar síðan
Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

4 tímar síðan