info
Ongi úrslit

Korona: Heilur barnagarður í Havn stongdur

Bæði øll børnini, og øll starvsfólkini, eru send heim í sóttarhald

Áki Bertholdsen
5. mai 2021 kl. 16:48

Í dag hava myndugleikarnir gjørt av at steingja dagstovnin, Fríðriksgarð í Fríðriks Petersens gøtu í Havn, í eini roynd at fyribyrja at korona skal breiða seg.

Sostatt eru øll børn, og øll starvsfólk, í send til hús í sóttarhald og tey fyrireika seg upp á at vera í sóttarhaldi í 10 dagar.

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sigur, at tað eru foreldur eitt av børnunum, sum hevur fingið koronu og tey hava verið inni á stovninum. So fyri at binda um heilan fingur, eru øll send heim í sóttarhald.

Hann sigur kortini, at børn og starvsfólk verða kanna í dag, og aftur hesar næstu dagarnar fyri at fáa greiði á, um smittan hevur breitt seg. Hevur hon ikki tað, kann talan verða um at lata dagstovnin upp aftur mánadagin – ella kanska longu fríggjadagin, men gongdin hesar næstu dagarnar verður avgerandi fyri tað.   

Á Fríðriksgarði eru eini 40- 50 børn og 10-15 starvsfólk.

Tað er tann enski varianturin av koronu, sum nú er komin til Føroya og í tí sambandi eru myndugleikarnir serliga varnir,  tí hann smittar nógv verri enn teir variantarnir, vit hava havt.

Í løtuni hava fimm fólk í Føroyum koronu og 20 fólk eru sett í sóttarhald, men tá er dagstovnurin ikki taldur við. men talið kann veksa, so hvørt sum arbeiðið at finna fólk, sum eru í vanda fyri at verða smittað, verða funnin.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

16 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nato-flogfar skeyt dronu niður í Litava

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

2 tímar síðan
Tíðindi

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

3 tímar síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

4 tímar síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

5 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

7 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering: At forma, skapa týdning og skilja samanhangir

7 tímar síðan
Tíðindi

Norska Stórtingið rakt av russiskum telduálopi

8 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjing: Lion Protector í Vestmanna

8 tímar síðan