Hetta verður seinasta kappingarárið hjá Janu Mittún í Viborg.
Komandi kappingarár gerst hon liðfelagi við Maritu Mortensen í Nykøbing Falster Håndbold, ið eisini spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini. Millum manna verður liðið mest nevnt: NFH.
NFH boðar frá á sínum sosialu miðlum, at tey hava fingið undirskriftina hjá: "einum stórum evropeiskum talenti".
Talan er um ein trý ára sáttmála Jana hevur gjørt við NFH.
Høvuðsvenjarin hjá NFH, Niels Agesen heldur, at talan er um ein ótrúliga spennandi leikara, ið hevur prógvað, at hon kann avrika á høgum altjóða støði. Hann metir Janu vera sterka í duelspælinum, og hon dugir væl at spæla bóltin til sínar viðleikarar, og so dugir hon eisini at avgera álopsstøðurnar.
Um skiftið til NFH sigur Jana m.a. : - NFH hevur høgar málsetningar, og tær spæla orkumiklan, kreativan og skjótan hondbólt. Nakað sum passar sera væl til mín. Eg vil gjarna vera við til at stríðast um tær fremstu endastøðurnar í deildini, og samstundis halda fram við menningini hjá mær.
Jana skifti úr H71 til Viborg í 2023.