Myndugleikarnir í Litava siga, at eitt stríðsflogfar hjá Nato seint í dag hevur skotið eina dronu niður, sum var í litaviskum loftrúmi.
Boðini um niðurskjótingina komu stutt eftir, at myndugleikarnir í Litava upplýstu, at eitt stríðsflogfar hjá verjusamgonguni var sent á veingirnar nærindis høvuðsstaðnum, Vilnius.
Fyribils er óvist, hvaðani dronan kom.
Bæði Pólland og Baltisku Londini hava fleiri ferðir verið úti fyri, at onkur hevur gjørt seg inn á teirra loftrúm í sambandi við kríggið í Ukraina.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.