info
Ongi úrslit

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

Landsstýrið fer ikki at taka rottutýningina frá kommununum, men ætlar at styrkja samskipan, skráseting og fyribyrging. Endaliga málið er, at allar Føroyar einaferð kunnu gerast rottufríar.

Eirikur Lindenskov
14. september 2026 kl. 21:18

Endaliga málið við fyribyrging og týning av rottu er, at allar Føroyar einaferð kunnu gerast rottufríar.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, í svari til ein grein 52a-fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

Landsstýriskvinnan ásannar tó, at tað er ein sera stór og krevjandi uppgáva at týna alla rottu í Føroyum.

Fyrsta stigið er tí at styrkja fyribyrging, yvirvøku, skráseting, gransking, førleikamenning og samstarv.

Hetta skal bæði minka um trýstið á føroysku fuglastovnarnar og skapa eitt grundarlag fyri, at støða seinni kann takast til fullkomna týning.

Taka ikki uppgávuna frá kommununum

Kommunurnar hava í dag ábyrgdina av rottutýningini. Sambært landsstýriskvinnuni er ætlanin ikki at taka uppgávuna frá teimum.

Í staðin skulu felags karmar, samskipanin, vitanargrundarlagið og førleikarnir styrkjast, so land, kommunur, vinna og aðrir viðkomandi partar arbeiða sama veg.

Umhvørvisstovan samskipar og vegleiðir kommunurnar og hevur eftirlit við, at tær røkja sínar skyldur. Dentur er seinastu árini lagdur á at flyta arbeiðið frá fyrst og fremst at vera reaktivt til í størri mun at vera fyribyrgjandi, skipað og grundað á vitan.

Førleikamenning hevur verið ein týðandi partur av arbeiðinum. Skeið hava millum annað snúð seg um lívfrøði og atburð hjá rottu, fellu- og eiturnýtslu, trygd, smittuvanda, bygningstrygd, tilbúgving, yvirvøku og lógarverk.

Kommunur samstarva eisini tvørtur um kommunumørk. Felags átøk eru eitt nú í Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum. Harumframt samstarva kommunurnar í Sandoynni og Skúvoynni, sum eru rottufríar, um yvirvøku og tilbúgving.

Eitur einsamalt loysir ikki trupulleikan

Landsstýriskvinnan vísir á, at tað er ein vanlig misskiljing, at trupulleikin er loystur, um rottueitur verður lagt út.

– Var tað so einfalt, var eingin rotta í Føroyum, stendur í svarinum.

Rottutýning krevur bæði praktiskar royndir, vitan og hugflog. Samstundis má okkurt gerast við orsøkina til, at rottan er á staðnum. Annars flytur nýggj rotta inn aftur eftir fáum vikum.

Bygningstrygd er eitt týdningarmikið amboð í fyribyrgingini. Umhvørvisstovan veitir tí ráð um at nýbyggja rottutrygt og um neyðugar skrásetingar av, hvussu rottan breiðir seg.

Fuglastovnarnir høvdu fingið betri kor

Ein rottufrí framtíð hevði sambært landsstýriskvinnuni havt jaliga ávirkan á føroysku fuglastovnarnar. Serliga hevði tað gagnað sjófugli og øðrum fugli, sum reiðrast í holum ella á støðum, har rotta sleppur framat eggum, ungum og vaksnum fugli.

Royndir úr øðrum oyggjasamfeløgum vísa, at fuglastovnar kunnu koma fyri seg aftur, tá ið rottan verður týnd. Fuglar kunnu eisini venda aftur til øki, har teir ikki hava reiðrast í langa tíð.

Tað er tí sannlíkt, at ein munandi niðurgongd í rottustovninum – og møgulig fullkomin týning – hevði givið fleiri fuglastovnum betri kor.

Verður bíligari at verja rottufríu oyggjarnar

Í Føroyum eru 11 rottufríar oyggjar og fýra rottufríir hólmar.

Tað er sambært svarinum avgerandi at verja hesi øki við fyribyrging, yvirvøku, tilbúgving og skjótari atgerð. Tað er munandi lættari og bíligari at forða rottu í at fáa fótafesti enn at týna hana, tá ið hon fyrst er komin.

Ein framtíð við færri rottum hevði eisini styrkt lívfrøðiliga margfeldið. Rottan etur ikki bara fugl, men eisini plantur, fræ, ber, skordýr og onnur smádýr og kann sostatt ávirka fleiri lið í vistarskipanini.

Rottan hevur eisini óbeinleiðis ávirkan á náttúruna, tí tá ið fuglastovnar minka, verða færri føðsluevni flutt úr havinum upp á land.

– Samanumtikið hevði ein niðurgongd í rottu og møgulig oyðing styrkt lívfrøðiliga margfeldið. Hetta hevði verið við til at varðveita eina fjølbroytta og mótstøðuføra náttúru til komandi ættarlið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

52 minuttir síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

1 tími síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

4 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering: At forma, skapa týdning og skilja samanhangir

4 tímar síðan
Tíðindi

Norska Stórtingið rakt av russiskum telduálopi

5 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjing: Lion Protector í Vestmanna

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til AB og eitt stig til B68

5 tímar síðan
Tíðindi

Drona funnin nærindis pólskum frítíðarbýi

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Einasta trygd móti vitlíki er ein klókur forseti

6 tímar síðan