info
Ongi úrslit

Føroyingar arbeiða nógv longri

Yvir 30 prosent av føroyingum millum 70 og 74 ár eru framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nógv fleiri enn í øðrum Norðanlondum og ES-londum, har talið á arbeiðsvirknum í sama aldursbólki liggur millum 7 og 15 prosent.

Dagmar Joensen-Næs
14. september 2026 kl. 22:09

Tøl frá Hagstovuni vísa, at tvær ferðir so nógv fólk millum 70 og 74 ár eru á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum enn í Danmark og Íslandi, sum annars ofta verða nýtt sum fyrimyndarlig dømi um, at fólk eru leingi virkin á arbeiðsmarknaðinum.

- Í Danmark og Íslandi verður tað roknað sum jaligt, at 15 prosent millum 70 og 74 ár arbeiða. Tað má tí frá einum samfelagssjónarhorni metast sum serstakliga gott, at yvir 30 prosent í hesum aldursbólki framvegis arbeiða í Føroyum, tí tørvurin á arbeiðsmegi er stórur, sigur Monika Nolsøe Johannesen, ið nú fer undir eina ph.d. verkætlan, ið skal greina, hví føroyingar eru so leingi á arbeiðsmarknaðinum.

Hugburður og mentan

- Vit vita ikki, hvørji tey eru, sum halda fram at arbeiða, hvussu nógv tey arbeiða, og um tey gera tað av huga ella av neyð.

- Um vit kunnu finna útav, hví fleiri arbeiða so leingi, so kann tað geva nøkur amboð til møguliga at fáa fleiri til av sínum eintingum at velja at halda fram at arbeiða. Og øvugt, um tað vísir seg, at tey gera tað av neyð, so kunnu vit eisini fáa nøkur amboð til at hjálpa uppá tað, sigur Monika.

Hóast Monika enn ikki er farin undir kanningarnar, hevur hon við støði í gransking aðrastaðni gjørt sær tankar um, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at so nógvir føroyingar arbeiða eftir at vera farin um pensjónsaldur.

- Ein høvuðsorsøk hugsi eg er mentanin og hugburðurin í Føroyum. Fólk í Føroyum eru sera ófør at arbeiða gjøgnum alt arbeiðslívið. Vinnutíttleikin í Føroyum er ógvuliga høgur í øllum aldursbólkum.

Monika heldur, at sambandið millum arbeiðið og samleikan hjá fólki helst hevur týdning.

- Fyri nógv fólk verður arbeiðið teirra samleiki. Hevur tú arbeitt sum postmaður alt lívið, so verður tað tín samleiki, sum er trupul at sleppa, tá tú skalt pensjónerast, tí hvør ert tú so?

Ein onnur orsøk, ið møguliga ger sítt til, at føroyingar arbeiða nógv longri enn fólk í grannalondunum, kann vera  veðurlagið í Føroyum, heldur Monika.

- At gerast pensjónistur í Føroyum er ikki líka spennandi sum aðrastaðni. Her er ikki so nógv, sum dregur, tá tú skalt gevast at arbeiða. Hvat skalt tú gera her í oysandi regni og kolandi stormi, um tú ikki skalt til arbeiðis? Tað er ikki tað sama sum at vera pensjónistur í Spania ella í Danmark, har veðrið er gott, og tú til dømis kanst hava ein kolonihava at passa, sigur hon.

Byggja á tað góða rákið

Fleiri royndir hava verið gjørdar at hækka pensjónsaldurin seinastu árini, men tær eru allar kollsigldar. Monika mælir til, at politikarar leggja á annan bógv fyri at fáa fólk at arbeiða longri.

- Í staðin fyri at noyða fólk at arbeiða longur við at hækka pensjónsaldurin, eiga vit heldur at venda tí á og byggja á tað góða rákið, vit longu hava í Føroyum, við at gera tað meira lokkandi hjá eldri at arbeiða, heldur Monika.

Lesið meira í Vísindavøku, serblað í Sosialinum hesaferð.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

15 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

1 tími síðan
Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

1 tími síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

2 tímar síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

5 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering: At forma, skapa týdning og skilja samanhangir

5 tímar síðan
Tíðindi

Norska Stórtingið rakt av russiskum telduálopi

6 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjing: Lion Protector í Vestmanna

6 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til AB og eitt stig til B68

6 tímar síðan
Tíðindi

Drona funnin nærindis pólskum frítíðarbýi

7 tímar síðan