Amerikanski umhvørvismyndugleikin EPA strikaði mánadagin reglurnar, sum avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi frá kol- og gassorkuverkum.
Lee Zeldin, stjóri í EPA, kunngjørdi avgerðina á einum fundi í Houston við orkumálaráðharrum úr G20-londunum. Tað skrivar tíðindastovan NTB.
G20 er eitt samstarv millum 19 lond, ES og Afrikanska Samveldið, har altjóða búskaparlig og fíggjarlig viðurskifti verða umrødd.
Sambært EPA fer avgerðin at spara amerikonsku ídnaðarfyritøkunum fleiri hundrað milliardir dollarar.
Samstundis verða tiltøkini, sum fyrisitingin hjá Joe Biden setti í verk í 2024 fyri at minka um útlátið, slept.
Hóast reglurnar um vakstrarhúsgass verða strikaðar, verða framvegis ávís mørk fyri útlát av kyksilvuri, arsenikki og øðrum dálkandi evnum. Tað skrivar New York Times sambært NTB.
Avgerðin kemur ikki óvæntað. Fleiri umhvørvis- og heilsufelagsskapir hava funnist hvassliga at henni og ávarað um, at hon kann fáa avleiðingar fyri heilsuna hjá amerikanarum.
Væntað verður eisini, at avgerðin verður kærd.
Talsfólk fyri EPA siga, at broytingin gevur feløgunum, sum reka orkuverkini, møguleika at taka tær avgerðir, ið eru bestar fyri kundarnar. Feløgini skulu sostatt ikki noyðast at steingja gomul ella óvirkin orkuverk.
Kol er tað brennievnið, sum stendur fyri størsta útlátinum av vakstrarhúsgassi, ið elvir til veðurlagsbroytingar.
Donald Trump, forseti, heldur, at menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar eru ein íspunnin søga. Síðan hann kom aftur í Hvítu húsini, hevur hann arbeitt fyri at avtaka fleiri reglur um útlát.
/Ritzau/