info
Ongi úrslit

Korona: Nógv vita ikki av at tey eru smittað

Læknafakligu ráðgevari í koronu heldur fast um, at kanningar eru eitt týdningarmikið amboð í royndunum at basa koronu

Áki Bertholdsen
25. november 2021 kl. 12:10

Tað svitast ikki, at koronukanningar eru eitt týdningarmikið amboð í royndunum at basa koronu. Tað sigur Pál Weihe, læknafakligur ráðgevari í koronu.  Koronakanningar eru við at verða ein dýr søga fyri landskassan og bæði landsstýrismaðurin í heilsumálum, og løgtingsmenn halda, at tað er eingin orsøk til at kanna fólk, sum eru frísk.

Les meiri um tað her: Korona: Vit skulu ikki altíð lurta eftir læknunum

Pál Weihe hevur áður sagt fyri okkum, at hóast koronu-kanningar eru dýrar, er tað ein góð íløga í samfelagið, tí verður samfelagið lukkað, ella verða framleiðsluvirki løgd lamin av koronu, verður tað eisini sanniliga ein dýr søga fyri samfelagið.

Les meiri um tað her: Kostar tvær milliónir um dagin – men tað er ein góð íløga

Pál Weihe heldur fast við, at tað hevur alstóran týdning, at vit eisini kanna fólk, hóast tey ikki hava nøkur sjúkutekin. Hann vísir á, at hann hevur fingið at vita, at børn hittast til ítróttardyst og venjingar og hann sigur, at tað er rættiliga týdningarmikið, at tey verða kannað, tí tað eru børnini, sum dríva smittuna runt í samfelagnum.

Tað nyttar ikki nógv, at skúlarnir leggja orku í at halda flokkarnar sunduskiltar, tá ið børn og ung koma saman til frítíðarítriv saman. Tí eiga tey at verða kannað fyri at tryggja okkum, at tey eru smittufrí.

Les eisini: Tað eru rættiliga nógvir koronu-kongar í Føroyum

Hann sigur, at út frá einum læknafakligum sjónarmiðið, hevur tað stóran týdning at fólk lata seg kanna, tí tað ger, at vit finna tey, sum eru sjúk, uttan at vita tað, tí tey kunnu smitta onnur. Eitt, hann vísir á, er, at børn undir 12 ár verða ikki koppsett, so tey kunnu ikki fáa koronupass uttan at tey eru kannað.

 – Eg mæli framvegis til, at tað er eitt hent amboð at kanna fólk, tí tað kann verja okkum væl, soleiðis sum støðan er, tí øll vita ikki, at tey eru sjúk, og eru smittuberarar, so einfalt er tað, sigur Pál Weihe.

Og hann heldur framvegis, at øll, sum koma til Føroya, eiga at verða kannað fyri koronu. Hvør ið so skal rinda fyri kanning, er ein onnur søga.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atli: Fara fyrst og fremst eftir avrikinum (VIDEO)

27 minuttir síðan
Tíðindi

Hagen Vinter við vetrarútgávu

57 minuttir síðan
Tíðindi

Pochettino tekur við í Manchester United

2 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard vil viðgera rundkoyring á Strondum

2 tímar síðan
Tíðindi

Iran lopið á amerikanskan radara í Bahrain

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er norski hópurin Føroyar møta 26. november

4 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fara at gera felags verjuavtalu

4 tímar síðan
Tíðindi

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

6 tímar síðan
Tíðindi

Selja listarverk úr savninum hjá Føroya Banka

6 tímar síðan
Tíðindi

Nógvur roykur úr bili sunnan fyri Hósvík

6 tímar síðan
Tíðindi

Ukrainskar dronur drupu fýra fólk í Russlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Handa Michel­in-stjørn­ur í Havn næsta ár

7 tímar síðan