Lise Nørgaard er deyð 105 ára gomul

Kvinnan, sum skrivaði handritið til »Matador«, Lise Nørgaard, journalistur og rithøvundur, doyði í gjár 105 ára gomul

Lise Nørgaard var fødd 14. juni í 1917 í Roskilde sum Elise Jensen. Hon hevur skrivað skaldsøður og stuttsøgur, men er mest kend fyri at hava skrivað filmshandritið til kendur donsku sjónvarpsrøðina Matador.

 

Endurminningar hennara vórðu eisini kendar, Kun en pige, í 1992 og De sendte en dame frá 1993. Hesar endurminningar vóru grundarlagið til filmin Kun en pige frá 1995.

 

Seint í gjárkvøldið sovnaði Lise Nørgaard fyri seinastu ferð eftir stutta sjúkralegu.

 

Í einum boðum sigur dóttir hennara, Bente Flindt Søresen, vegna familjuna soleiðis:

 

– Vit hava øll notið kærleika hennara, lívsroyndir, gløggu ráðini og positivu og humorisktisku tilgongd hennara til tilveruna. Vit eru takksom fyri at hava fingið loyvi til at hava hana í lívi okkara so leingi, og stórur saknur er í henni.

 

Lise Nørgaard fer til jarðar úr Sankt Pauls Kirke í Keypmannahavn.