Marjun Weihe Thomassen sett sum virkandi stjóri á Landsverki

Nú Sigurd Lamhauge hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Landsverki er fyribils stjóri settur.

– Í hesum sambandi hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið tikið avgerð um at seta Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðara á Landsverki, sum virkandi stjóra, inntil starvið er sett av nýggjum, skrivar samferðslumálaráðið.

 

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika eina tilgongd at seta nýggjan stjóra á Landsverki.

 

Sigurð Lamhauge hevur verið stjóri á Landsverki síðani 1. oktober í 2019. Hann var settur sum stjóri í eitt fimm ára skeið. Hann hevur fingið starvið sum nýggjur stjóri á brennistøðini hjá IRF.