info
Ongi úrslit

Miðvísari samstarv skal menna Klaksvík

Sum næst størsta kommuna og býur í landinum hevur Klaksvík serligar skyldur, men eisini serligar møguleikar at vera virkin og mynda samstørv, bæði inneftir í kommununi, úteftir við aðrar kommunur, í landshøpi og út um landoddarnar.

Jógvan Skorheim
10. september 2024 kl. 10:27

Tað var eitt úrslit av góðum samstarvi við útlendskar grunnar og Sjúrð Skaale fólkatingslim, at partur av fíggingini til okkara nýggja mentanarhús, Varpið, varð útvegaður.

Somuleiðis var okkara sera góða samstarv við FSF ein avgerandi fortreyt fyri, at fígging varð fingin til stadion við Djúpumýru.

Skálagarður var úrslit av góðum samstarvi við lokalu vinnuna, Almannaverkið og landsstýrið, og hetta sama samstarv hevur ríkað kommunu okkara við fleiri landsstovnum og -tænastum so sum Gloym meg ei, Heimið við Mylnutún, við Garðavegin, við Jústabrekku osfr. osfr.

Minniliga tiltakið Royal Run við Hansara Hátign Fríðriki Kongi, sum tá var krúnprinsur, var eisini úrslit av framúr samstarvi við danska kongshúsið og lokalar eldsálir í Treysti.

Norðhavnin gjørdist veruleiki við lógvataki saman við lokalu vinnuni og landsstýrinum.

Soleidis kundi eg hildið á at nevnt dømi um týdningin og vinningin av góðum samstørvum, sum Klaksvíkar kommuna hevur fingið gagn av.

Sum Frímund Hansen førdi fram í grein nú ein dagin, so hevur Klaksvíkar kommuna sum næst størsta kommuna í landinum eisini eina skyldu til at mynda og vera virkin í kommunalum samstørvum, tí einans við at vera virkin har, avgerðirnar verða tiknar, fáa vit ávirkan – til frama fyri bæði kommunu og land.

Eisini uttan fyri landoddarnar liggja møguleikar fyri mennandi samstørvum, eitt nú innan vinabýasamstørvini hjá kommununi.

Tíðin er nú búgvin at leggja orku í at endurnýggja verandi samstørv og kveikja nýggj samstørv til tess at røkka nýggjum málum fyri Klaksvíkar kommunu.

Latið okkum saman taka lógvatak um at flyta Klaksvíkar kommunu og enn longur fram á leið.

Eg eri fúsur at taka við ábyrgd saman við øðrum, um eg fái veljarans álit til tað.

 

Klaksvík, 10. september 2024

Jógvan Skorheim

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Smábarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

11 minuttir síðan
Tíðindi

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

14 minuttir síðan
Tíðindi

Gloria víðkar úr átta upp í fjúrtan búpláss

1 tími síðan
Tíðindi

Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul

1 tími síðan
Fótbóltur

HB vann báðar dystirnar við Margáir - EB/Streymur vann dystin í Gundadali

1 tími síðan
Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

1 tími síðan
Tíðindi

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

2 tímar síðan
Tíðindi

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða tilflytarum til kunningarfund á Kambsdali

3 tímar síðan
Tíðindi

Í dag byrjar SkíggjaSunn

3 tímar síðan