info
Ongi úrslit

Minnast Hans Marius Joensen á tingfunndi í morgin

26. september and­að­ist Hans Marius Jo­en­sen, fyrrverandi løg­tings­mað­ur, á Skerinum í Skopum, 85 ára gamal

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2024 kl. 22:55

Hans Marius Joensen varð fødur 10. november í 1938 í Skopun. 
Hann var sjómaður, skip­ar­a­prógv í 1977, og virkaði sum fiskimaður og skip­ari. Hann var eisini lim­ur í Fiski­vinnuráðnum og bygd­r­ráðs­limur í Skop­un­ar kommunu frá 1980 til 1984.
Hans Marius Joensen var løg­tings­mað­ur val­skeið­ini 1978-80 og 1980-84. Hann byrjaði politsku starvs­leið­ina á tingi sum fast­ur var­a­mað­ur fyri Heð­in M. Klein, sum varð vald­ur løg­tings­mað­ur í Sand­oy­ar sýslu valdømi fyri Tjóð­veld­is­flokk­in, men sum sat sum lands­­stýr­is­mað­ur frá 1979-1981.

Hann varð vald­ur beinleiðis á ting fyri Tjóð­­veld­is­flokk­in í Sand­oy­ar sýslu valdømi á løg­tings­val­inum 8. nov­em­ber í 1980 og sat fram til val­ið í 1984.
Hans Marius Joensen var son­­ur Miu og Jens Paula Jo­en­sen í Skopun. Hann var giftur við Tor­borg f. Thomsen.

Á tingfundinum í morgin klokkan 11 fer løgtingsforkvinnan, sum siður er, sum fyrsta mál á skránni at hava minningarorð um Hans Marius Joensen.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gøtunes sleipaði Arnarfell á Runavík

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Ásla og liðfelagarnir mistu 2-0 leiðslu

5 minuttir síðan
Tíðindi

Grill elvdi helst til eld í úthúsi í Gásadali

13 minuttir síðan
Fótbóltur

Seks stig til NSÍ og trý stig til B36

1 tími síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

6 tímar síðan
Tíðindi

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

7 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

7 tímar síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

7 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

7 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

8 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

8 tímar síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

8 tímar síðan