Seks lið vóru í leiki í Burn Mansdeildini fyrr í dag.
Í høllini við Streymin var søguskriving, tá EB fyri fyrstu ferð í hesari øldini vann ein dyst í bestu mansdeildini í hondbólti.
EB vann 23-21 á Team Klaksvík. Í steðginum var javnleikur 10-10.
Gilli Reginsson og Silas Larsen vóru toppskjúttar hjá EB við seks málum hvør. Jónas Sólsker var við fýra málum toppskjútti hjá Team Klaksvík.
Í høllini í Vestmanna vann H71 ein knúsandi 41-27 stórsigur á VÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 22-13.
Hallur Arason var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF. Boas Ellefsen á Skipagøtu eru ikki til at steðga, og í dag var hann aftur stórskjútti hjá H71, hesaferð við 12 málum.
Í høllini á Skála vann Kyndil 33-28 á StÍF. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Við sjey málum var Pætur Johansen toppskjútti hjá StÍF. Toppskjútti hjá Kyndli við átta málum var Tobias Thisen.
H71 er fremst í deildini við seks stigum. KÍF, Neistin og Kyndil hava fýra stig hvør. VÍF og EB hava tvey stig hvør. StÍF og Team Klaksvík hava enn fyrsta stigið til góðar.