info
Ongi úrslit
© Mynd: Lisi Niesner/Reuters/Ritzau Scanpix
**Myndatekstur:** Leif-Erik Holm og Enrico Schult, valevni hjá AfD til stjórnarleiðara í Mecklenburg-Vorpommern, fegnast um fyrstu valúrslitini á valvøkuni hjá flokkinum í Schwerin sunnukvøldið.

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

AfD stendur til at vinna deilstatsvalið í Mecklenburg-Vorpommern við 38,3 prosentum av atkvøðunum. Samstundis er CDU hjá Friedrich Merz kanslara dottið niður um sperrumarkið í nýggjastu framskrivingini.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 23:58

Alternative für Deutschland, AfD, stendur til ein greiðan sigur á deilstatsvalinum í Mecklenburg-Vorpommern.

Nýggjasta framskrivingin hjá almenna týska kringvarpinum ARD gevur AfD 38,3 prosent av atkvøðunum. SPD hjá sitandi stjórnarleiðaranum Manuela Schwesig fær 35,4 prosent.

Munurin millum teir báðar størstu flokkarnar er sostatt komin upp á 2,9 prosentstig.

AfD ger samstundis eitt ógvusligt lop fram. Á seinasta deilstatsvali í 2021 fekk flokkurin 16,7 prosent. Vøksturin er sostatt 21,6 prosentstig. SPD hevði 39,6 prosent seinast og stendur nú til at missa 4,2 prosentstig.

CDU undir sperrumarkinum

Stóra dramaið seint í kvøld er kortini CDU hjá týska samveldiskanslaranum Friedrich Merz.

Í fyrstu vallstaðakanningini stóð CDU til 5,5 prosent. Men so hvørt sum fleiri atkvøður eru komnar við í framskrivingina, er flokkurin farin niður eftir.

Nýggjasta framskrivingin gevur CDU bara 4,9 prosent.

Sperrumarkið er fimm prosent, og stendur úrslitið við, dettur CDU heilt úr deilstatstinginum í Mecklenburg-Vorpommern. Tað hevði verið eitt søguligt afturstig fyri flokkin.

Merz kallaði sjálvur úrslitið eina »vanlukku«, men segði samstundis, at hann heldur fram sum kanslari og ætlar at halda fast við politisku nýskipanirnar hjá stjórnini.

Fimm prosent kunnu avgera stjórnina

Die Linke stendur í nýggjastu framskrivingini til 6,5 prosent, og Tey Grønu fáa 5,5 prosent.

Eisini BSW stríðist um at koma inn. Flokkurin stendur, eins og CDU, til 4,9 prosent.

Tí kunnu heilt fáar atkvøður fáa stóran týdning fyri, hvussu nýggja deilstatstingið verður mannað og hvør stjórn kann skipast.

Verandi samgonga millum SPD og Die Linke missir sambært framskrivingini meirilutan. Um BSW ikki kemur upp um sperrumarkið, kann ein samgonga millum SPD, Die Linke og Tey Grønu hinvegin fáa meiriluta.

AfD vil sleppa í stjórn

Leif-Erik Holm, sum er valevni hjá AfD til sessin sum stjórnarleiðari, sigur, at úrslitið gevur flokkinum rætt til at royna at skipa stjórn.

Hann hevur boðað frá, at AfD fer at venda sær til hinar flokkarnar um samráðingar.

Men allir hinir flokkarnir hava í kvøld aftur víst aftur at skipa samgongu við AfD.

Hetta er annað deilstatsvalið í september, har AfD endar á fyrsta plássi. Flokkurin vann eisini valið í Sachsen-Anhalt 6. september.

Tølini eru ávegisúrslit/framskriving kl. 21.47 týska tíð og kunnu enn broytast.

Kelda: NDR/ARD/Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

46 minuttir síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

1 tími síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

1 tími síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan stovn­ar nýggja fyri­byrg­ingar­eind

2 tímar síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

3 tímar síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

4 tímar síðan