info
Ongi úrslit

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

Landsliðsmálverjin fekk eina keðiliga upptakt til Nations League dystirnar

Heri Á. Simonsen
20. september 2026 kl. 23:35

Tað hevur gingist væl hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í Strømsgodset í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

Men í dag var Mattias vrakaður, og 21 ára gamli, Simo Lampinen-Skaug, ið bæði hevur norskan og finskan ríkisborgararætt vardi málið, tá Strømsgodset á útivølli vann 2-0 (1-0) á Raufoss.

Ikki júst tann upptaktin Mattias og landsliðið høvdu brúk fyri undan teimum fýra Nations League dystunum móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.

Strømsgodset er triðfremst í deildini við 48 stigum. Haugesund er fremst við 52 stigum.

Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari, og Olaf Bárðarson var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá Sandnes ULF á Øster Hus Arena tapti 1-2 fyri Moss.

Andreas Rosendal Nyhagen legði Sandnes á odda beint undan steðginum, men seinasta korterið søkti útiliðið Sandnes við tveimum málum.

Sandnes ULF er fjórðaftast í deildini við 24 stigum. Teir eru fimm stig omanfyri næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

12 minuttir síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

42 minuttir síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

58 minuttir síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan stovn­ar nýggja fyri­byrg­ingar­eind

2 tímar síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

3 tímar síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

4 tímar síðan