Ari í Haraldsstovu Petersen vardi aftur málið hjá ÍBV í dag, ið spældi dyst í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti Vali.
Frøin var stór á Hásteinnsvøllinum í Heimey, tá Mattias Edeland í 80. minutti legði ÍBV á odda 1-0. Men tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat misti ÍBV sigurin úr hondum, tá Kristófer Dagur Arnarsson javnaði fyri Val.
Tvey dýr stig hjá ÍBV at missa, ið er aftast við 19 stigum. Við einum 1-0 sigri høvdu teir havt 21 stig, og bert tvey stig upp til triðaftasta plássið, har KA hevur 23 stig.
ÍBV hevur tríggjar dystir eftir at leika, men áðrenn tað fer Ari at hugsavna seg um uppgávurnar hjá landsliðnum í Nations League, har dystir móti Kasakstan, Moldova og Slovakia bíða.