info
Ongi úrslit
© Foto: Marcus Brandt/Ritzau Scanpix
AfD gjørdist størsti flokkur á valinum í Mecklenburg-Vorpommern við 38,2 prosentum av atkvøðunum. CDU hjá samveldiskanslaranum Friedrich Merz fekk 4,9 prosent og kom ikki upp um sperrumarkið.

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

CDU hjá týska samveldiskanslaranum Friedrich Merz fekk bara 4,9 prosent av atkvøðunum í Mecklenburg-Vorpommern og kemur tí ikki upp um sperrumarkið. Flokkurin fær sostatt eingi umboð í landspartatinginum.

Eirikur Lindenskov
21. september 2026 kl. 00:48

Alternative für Deutschland, AfD, gjørdist størsti flokkur á landspartavalinum í Mecklenburg-Vorpommern sunnudagin.

AfD fekk 38,2 prosent av atkvøðunum, meðan SPD fekk 35,5 prosent.

Serliga álvarsamt er úrslitið fyri CDU hjá týska samveldiskanslaranum Friedrich Merz. Flokkurin fekk bara 4,9 prosent av atkvøðunum og kom sostatt akkurát ikki upp um sperrumarkið, sum er fimm prosent.

Tað merkir, at CDU ikki fær umboð í landspartatinginum í Mecklenburg-Vorpommern. Hetta er fyrstu ferð, at CDU ikki megnar at koma upp um sperrumarkið á einum landspartavali í Týsklandi.

Á seinasta valinum í Mecklenburg-Vorpommern fekk CDU 13,3 prosent av atkvøðunum. Afturgongdin er sostatt 8,4 prosentstig.

Týska tíðindastovan dpa lýsir úrslitið sum eina marru hjá Friedrich Merz. Politiska framtíð hansara hevur verið nógv umrødd, eftir at undirtøkan er minkað munandi í veljarakanningum seinastu mánaðirnar.

Tá fyrstu valhøliskanningarnar komu sunnukvøldið, fór Merz á røðarapallin í høvuðsskrivstovuni hjá CDU í Berlin.

Hann kallaði úrslitið í Mecklenburg-Vorpommern eina »vanlukku« og lovaði nýggjar nýskipanir.

– Eg taki hesa ábyrgdina á meg, tí eg vil flyta land okkara fram á leið, segði Friedrich Merz sambært AFP.

AfD gjørdist størsti flokkur við 38,2 prosentum, meðan SPD gjørdist næststørstur við 35,5 prosentum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

57 minuttir síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

1 tími síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

1 tími síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

2 tímar síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan stovn­ar nýggja fyri­byrg­ingar­eind

4 tímar síðan