info
Ongi úrslit

Faðir og sonur heimsmeistarar

Í kvøld varð avdúka hvør vann “ISDS sheep dog world trial 2026”.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 23:39

Seyðahundasamband Føroya:

Tey ið náddu í finaluna, hava kappast í allan dag. Fyrireikararnir høvdu sett eina sera torføra breyt upp. Tá døgura steðgurin var, hevði einans ein luttakari fullført breytina, áðrenn tíðin fór. Seinnapartin fullførdu fýra luttakarar afturat. Øll vistu at ein at teimum fimm fór at vinna kappingina.

Í mun til hinar dagarnar, almannakunngjørdu dómararnir ikki úrslitini leypandi. Tey vóru kunngjørd á einum stórfingnum hátíðarhaldi, aftaná finaluna.

Endin varð at David Howells og “Wyverne Pip” vunnu finaluna.

Vinnararnir av unglinga kappingini vóru eisini avdúkaðir á sama hátíðarhaldi. Jack Morgan Howells og “Cydros Boss” vunnu hesa kapping. Tað ið vekjir stóran ans, er at Jack M. Howells er sonur David Howells. Sera flott av feðgunum!

Eitt annað ið vekjur ans, er at hálv beiggji “Wyverne Pip”, “Wyverne Tan” var seldur til Føroya í 2020. Fleiri hundar í Føroyum eru undan “Wyverne Tan”.

Vit frætta frá landsliðnum at tey eru sera væl nøgd við tiltakið í Skotlandi. Tey siga at hetta var ótrúliga stórfingi at vera við til. 

Landsliðið sleppur ikki heim aftur fyrr enn hósdagin. Hetta kemur av at reglurnar fyri at ferast við hundi, til føroya eru óneyðuga ólagaligar.

  1. oktober fer heimliga kappingin í gongd aftur. Vit byrja á Viðareiði.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

13 minuttir síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

40 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

43 minuttir síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

1 tími síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan stovn­ar nýggja fyri­byrg­ingar­eind

2 tímar síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

3 tímar síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

4 tímar síðan