Vit gera nógv rætt í Føroyum. Tað er niðurstøðan hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni í morgun. Tað sigur hann, nú tað er staðfest, at vit aftur eru koronufrí í Føroyum
– Føroyar eru eitt av teimum fáu londonum í heiminum, har eingin hevur koronu, sigur løgmaður. Í dag er nevniliga staðfest tann koronu-sjúklingurin er frískur aftur.
Hetta er fyrstu ferð síðani tann 3.juli í fjør, ella meiri enn sjey mánaðir, at eingin koronasmitta er staðfest í Føroyum
– Hetta vóru frálík tíðindi at fáa, nú arbeiðsvikan er við at halla. Í Føroyum hava vit gjørt nógv rætt. Ein styrki hevur verið, at vit hava hildið fast um somu ætlan við at kanna, finna tey smittað og avbyrgja tey, sigur hann.
– Gaman í hava vit ikki verið samd í øllum lutum, men hvørja ferð smittuhóttanin er vaksin, hava vit øll drigið somu línu og hava steðgað smittuni, sigur løgmaður, sum er takksamur fyri stríðið, ið øll hava verið ígjøgnum seinasta árið.
Løgmaður leggur dent á, at vilja vit varðveitu sjáldsomu góðu støðuna, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Korona kann aftur taka dik á seg, bæði skjótt og brádliga, men við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni, sigur hann
– Vit hava, at kalla, livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir, sigur hann.
Hann sigur, at í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar. Við ongum smittaðum í løtuni, og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at linka tilmælini, sigur hann.
Hann sigur í næstu viku fara vit at kunna um ætlaðu broytingarnar,
Fyri fyrstu ferð síðani tann 3.juli 2020 er eingin koronasmitta staðfest í Føroyum
Nú hevur eingin í Føroyum korona Nú hevur eingin í Føroyum korona
Fyri fyrstu ferð í meiri enn sjey mánaðir, eru Føroyar aftur koronufríar og nú eru útlit fyri, at avmarkingarnar verða linkaðar, sigur løgmaður
Áki Bertholdsen
26. februar 2021 kl. 10:48
Mest lisið hesa vikuna
Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út
21. september kl. 18:15
Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur
19. september kl. 22:26
Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón
22. september kl. 23:15
Umhugsa at taka leitingina uppaftur
21. september kl. 10:15
Bogi Jacobsen fór frá eftir ár við nærum tvífaldaðum avlopi
Í gjár kl. 21:45
Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara
23. september kl. 00:29
Fleiri tíðindi
Hondbóltur
VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel
15 minuttir síðan
Tíðindi
Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum
28 minuttir síðan
Hondbóltur
Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF
45 minuttir síðan
Fótbóltur
Mattias er nummar 200 í røðini
1 tími síðan
Fótbóltur
Myndir-Føroyar-Kasakstan
1 tími síðan
Fótbóltur
Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar
2 tímar síðan
Hondbóltur
Aarhus vann - Stoholm og Køge taptu
3 tímar síðan
Tíðindi
Æviga aktuellar systrar í Hoydølum
3 tímar síðan
Tíðindi
Deyður persónur funnin á sjónum í Qaqortoq
3 tímar síðan
Hondbóltur
HF Karlskrona tapti annan dystin á rað
3 tímar síðan
Tíðindi
Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld
4 tímar síðan
Hondbóltur
Jóhan vann á Magnusi - Pauli og Jákup taptu fyri meistarunum
4 tímar síðan