info
Ongi úrslit

Nógv bendir á níggju fólk í landsstýrinum

Í miðal hava átta fólk sitið í hvørjum landsstýris síðani 1998

Eirikur Lindenskov
22. desember 2022 kl. 06:20

Javnaðarflokkurin fær fýra, Tjóðveldi fær trý og Framsókn fær tvey. Harumframt fær Tjóðveldi løgtingsformannin.

Greitt er, Aksel V. Johannesen verður løgmaður. So ljóðar at Ingilín Strøm verður landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum. At Margit Stórá verður landsstýriskvinna í heilsumálum.

Tað ljóðar, at Bjørt Samuelsen verður landsstýriskvina í vinnumálum, Høgni Hoydal í uttanlandsmálum og Dennis Holm í fiskvinnumálum.

Tað ljóðar eisini frá keldum, at annaðhvørt Bjørt Samuelsen ella Høgni Hoydal kann gerast løgtingsformaður

Ruth Vang verður landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og at annaðhvørt Bjarni Kárason Petersen ella Hanna Jensen verður landsstýrisfólk í innlendismálum.

Alt hetta vita vit meira um, tá tingfundur verður klokkan 10. Vanligt hevur verið, at løgmaður boðar frá, hvørji landsstýrisfólkini vera á tingfundinum, hóast hann ikki tilnevnir tey fyrr enn á mótøku í Tinganesi klokkan 14 seinnapartin.

Miðaltalið av landsstýrisfólki síðani 1998, tá fyrsta landsstýrið varð tilnevnt eftir nýggju stýrisskipanarlógini hevur verið átta. Fýra ferðir hava átta fólk sitið í landsstýrinum. Tvær ferðir sjey fólk og tvær ferðir níggju fólk.

Verður tað so, at flokkarnir finna øll fólkini úr tingmanningunum, so koma hesi níggju fólk á ting sum føst varafólk fyri landsstýrisfólkini:

Fyri Javnaðarflokkin:

  1. Súsanna Bertholdsen, 275 atkvøður
  2. Kristianna Winther Poulsen, 205 atkvøður
  3. Hans Jacob Thomsen, 189 atkvøður
  4. Kim Durhuus, 161 atkvøður

Fyri Tjóðveldi:

  1. Eirikur í Jákupsstovu, 295 atkvøður
  2. Liljan Weihe, 290 atkvøður
  3. Erling Eidesgaard, 216 atkvøður

Fyri Framsókn:

  1. Karlot Hergeirsson, 155 atkvøður
  2. Hanna Jensen, 111 atkvøður

Um Hanna Jensen verður landsstýrisfólk, so kemur Karlot Hergeirsson einsamallur sum varamaður fyri Framsókn.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eg eri ein fjakkari

22 minuttir síðan
Tíðindi

80 ár síðan Jákup møtti einsamallur

1 tími síðan
Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

5 tímar síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

12 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

13 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

13 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

13 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

13 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

14 tímar síðan