Nýtt fólk á Løgting fyri Javnaðarflokkin

Ein tingmaður hevur biðið um farloyvi í nakrar dagar

Í dag hevur Javnaðarflokkurin fingið ein nýggjan tinglim – í nakrar dagar.

 

Kim Durhuus, tingmaður, hevur biðið um farloyvi í nakrar dagar og tískil skal varalimur møta.

 

Fyrsti varalimur er Birita Matras Petersen, men hon fekk ikki møtt á tingi.

 

Annar varalimur er Magna Mørkøre á Eiði, sum fekk 157 atkvøður á løgtingsvalinum, og hon hevur nú tikið sæti á Løgtingi.