info
Ongi úrslit

OL tennis: Alexander Zverev vinnari hjá monnum

Alexander Zverev er ársins OL vinnari í tennis hjá monnum.

Mathias Gaini Schou
1. august 2021 kl. 17:25

OL finalan í tennis kappingini hjá monnum bleiv spæld í morgun. Alexander Zverev vann heldur óvæntað á Novak Djokovic í semifinaluni, og var hann tí í góðari støðu undan finaluni. Mótstøðumaðurin í dagsins finalu var russiski Karen Khachanov, ið er nummar 25 á styrkislistanum. Zverev var ein greiður favorittur undan dystinum, og hóast Khachanov hevði avrikað væl í OL kappingini higartil, so var munurin ov stórur í finaluni. Zverev breyt servina hjá russaranum og vann sær eina 2-1 leiðslu. Hesa leiðslu varðveitti hann, og megnaði Zverev harumframt at bróta servina hjá Khachanov fyri aðru ferð í fyrsta setti. Zverev vann fyrsta sett 6-3. Í øðrum settið var einvegis ferðsla á stigatalvuni, tí Zverev setti mótsøðumannin uppá pláss, og vísti hví hann er mettur at vera ein tann besti tennisleikarin – og kanska tann besti í sínum aldursbólki. Hann vann seinna settið heili 6-1.

Alexander Zverev er tískil ársins OL vinnari í tennis hjá monnum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

6 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

9 minuttir síðan
Tíðindi

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

13 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

1 tími síðan
Tíðindi

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Bjóða tilflytarum til kunningarfund á Kambsdali

2 tímar síðan
Tíðindi

Í dag byrjar SkíggjaSunn

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestmanna vil hava fyri­reik­ing av tunli lidna næsta ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Venjing verður í Eystur­oyar­tunli­num í kvøld

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppihaldsloyvi hjá ukrainum verða longd

3 tímar síðan
Tíðindi

Gandar við føroyskum rávørum á Katrinu Christiansen

3 tímar síðan