Russiska krígsførslan í Ukraina hevur ikki gingið heilt, sum forseti landsins, Vladimir Putin, hevði ætlað, og nú ukrainski herurin ger framtøk, er forsetin eftir øllum at døma við at missa tolið við verjumálaráðharra sínum, Sergej Sjojgu.
Ukrainska framtøkan á hermótinum hevur elvt til atfinningar móti Sergej Sjojgu og russiska verjumálaráðnum.
Verjumálaráðharrin verður eisini lagdur undir at royna at dylja veruligu støðuna á hermótinum, har Russland missir landaøkir aftur til Ukraina, eins og Ukraina hevur framt fleiri álop á herskip og støðir hjá russiska svartahavsflotanum.
Amerikanska greiningarfyritøkan, Institute for the Study of War, stytt ISW, endurgevur eina keldu, sum sigur, at Vladimir Putin hevur sett verjumálaráðharranum eini kravboð. Forsetin krevur, at Russland skal gera munandi framtøk í krígnum í Ukraina.
- Vladimir Putin krevur, at verjumálaráðharrin vendir gongdini og syrgir fyri, at russiski herurin ger munandi framtøk beinanvegin.
Sambært ISW er eitt av krøvunum til Sergej Sjojgu, sum her á myndini omanfyri stendur saman við russiska forsetanum, at verjumálaráðharrin eisini byrjar nýggj álop á ein "størri ukrainskan bý".
##med2##
- Um hetta er rætt, sum Institute for the Study of War er komið eftir, bendir ymiskt á, at russiski forsetin leitar eftir einari orsøk til at sleppa sær av við verjumálaráðharran. Men, russiski forsetin kann ikki leiða russisku átøkini í Ukraina sjálvur.
Norski granskarin, Tor Bukkvoll, sum starvast við Forsvarets Forskningsinstitut, heldur tað ikki vera serliga sannlíkt, at russiski herurin í løtuni megnar nakað stórálop móti nøkrum størri ukrainskum býi eftir so stuttari tíð.
- Russar eru í verjustøðu. Teir hava savnað herdeildir í Luhansk-landslutinum, og har hava teir roynt at lopið á býin, Kupjansk. Hetta er teirra einasti møguleiki, og hetta hava teir roynt í langa tið - uttan, at tað hevur eydnast at taka býin, sigur Tor Bukkvoll.
Sambært greiningarfyritøkuni, Institute for the Study of War, er upprunaliga freistin, sum Vladimir Putin setti verjumálaráðharra sínum, Sergej Sjojgu, við at renna út.
ISW vísir eisini til keldur í Kreml, sum hava sagt, at freistin hjá russiska forsetanum til verjumálaráðharran at røkka munandi framtøkum í Ukraina er galdandi til byrjanina av oktober - ella í eina ella tvær vikur aftrat.