info
Ongi úrslit

Reglurnar um springaradráp verða broyttar í næstum

Og tað er í hvussu so er eitt, sum liggur púra fast

Áki Bertholdsen
20. juni 2022 kl. 13:07

Nú verður tað í næstum, at nýggjar reglur verða settar fyri, hvussu vit skulu drepa springara í Føroyum. Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í veiðimálum. Umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum 12. september í fjør elvdi til eitt ramaskríggj kring allan heim og fyri at taka broddin av tí kunngjørdi løgmaður beinanvegin, at landsstýrið fór at taka málið upp.

Eitt nú kom Havbúnaðarfelagið við eini óvanligari fráboðan, har tey beinleiðis mælti landsstýrinum til at banna springaradrápi. Avleiðingarnar av springaradrápinum á Skálafjøðinum hava verið ógvusligar og viðfevndar fyri alivinnuna, bæði tá tað kemur til umdømi og sølu, sigur Havbúnaðarfelagið. Tí siga eisini, at halda vit fram at drepa springara, kunnu avleiðingarnar næstan ikki yvirmetast. Tí mæltu tey til at banna springaradrápi »áðrenn eitt nýtt dráp verður, sum kann fáa uppaftur meira víðfevndar og drúgvari avleiðingar, enn hendingarnar 12. september høvdu og framvegis hava«, sum Havbúnaðarfelagið orðaði seg.

Síðani hoyrdist ikki nógv aftur – uttan tað, at landsstýrið arbeiddi við málinum. Men nú sigur Árni Skaale, at tað verður ikki so leingi til ein nýggj kunngerð verður lýst um springaradráp. Hann sigur, at arbeitt verður við eini kunngerð um springaradráp og tá ið hon er liðug, verður hon løgd fyri Landsstýrið.

Hann vil ikki siga, akkurat nær tað verður, men nú verður tað ikki leingi, sigur hann. Og tað er greitt, at alivinnan fær ikki sín vilja, tí Árni Skaale ger púra greitt, at tað verður ikki bannað at drepa springara. Heldur verður talan um at skipa springaradrápið betri. Talan hevur eisini verið um at gera onkrar avmarkingar, ella ennrá at seta kvotu á, men tað hevur landsstýrismaðurin onga viðmerking til.

Men hann hevur áður gjørt greitt, at hansara sjónarmið er, at vit skulu ikki frásiga okkum rættin til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt. Tað er eitt prinsipp, sum hann ikki er sinnaður at sleppa, hevur hann sagt.

Les meiri her: Springaradráp: Mín støða er púra greið

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

8 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

19 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

10 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

41 minuttir síðan
Tíðindi

At spæla við eld

1 tími síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

2 tímar síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

2 tímar síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

3 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

3 tímar síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

4 tímar síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

4 tímar síðan