info
Ongi úrslit

Springaradráp: Mín støða er púra greið

– Bera vit okkum skynsamt at, hava vit rætt til at vera til, hóast tað er onkur, sum ikki dámar okkara máta at liva upp á, sigur landsstýrismaðurin í hvalaveiðimálum

Áki Bertholdsen
10. februar 2022 kl. 12:34

Rætturin til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt, er ein rættur, eg aldrin fari at siga frá mær. Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í hvalaveiðimálum. Men fyri tað skulu vit vera skynsom í okkara atferð, leggur hann afturat.  Tað sigur hann nú landsstýrið fer at taka støðu til springaradráp í Føroyum, um tað skal bannast, um vit skulu halda fram sum nú, ella um vit finna ein millumveg og framvegis geva loyvi at drepa springara, men at vit skipa tað øðrvísi enn nú.

Les meiri um tað her: Í næstu viku fellur avgerðin um vit skulu banna springaradrápi

Alivinnan er ikki í iva, tí tey siga, at springaradráp hevur so ógvusligar avleiðingar fyri okkara útflutning, at tað eigur at verða bannað í Føroyum.

Les meiri um tað her: Føroyska alivinnan vil hava bann fyri springaradrápi

Árni Skaale dylir ikki fyri, at hansara egna sjónarmið er, at vit skulu ikki frásiga okkum rættin til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt.  Vit tosa nógv um heimsmálini hjá ST, og tað eru fleiri av heimsmálunum, sum siga, at vit eiga at gagnnýta okkara náttúrútilfeingi burðardygt, sigur landsstýrismaðurin

Tað eisini í samsvari við heimamálini hjá ST, at vit skulu avmarka útlátið av Co2 og okkara hvalaveiða er í fullum samsvari við tað. Alidjór elva til nógv útlát, tað ger okkara hvalaveiða ikki. Og føðin vit fáa av hvali, er stuttflutt. Tá ið vit ikki longur fáa fatur á tí, skulu vit hava okkurt annað ístaðin – og tað verður føði, sum er flutt langan veg, og sum elvir til nógv útlát.

– Tað eru nógvar orsøkir til at halda fast í rættin til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt, sigur Árni Skaale. Hann leggur afturat, at hetta er eisini ein prinsipiellur spurningur, tí vit vita ikki, hvat náttúrutilfeingi hevur stórt virði um ein mansaldur ella tveir. Fara vit 50 ár aftur í tíðina, vóru tað náttúrutilfeingi tá, sum púrasta hava mist sín týdning í dag, sigur hann.

Mín egna støða er púra greið og hon er, at vit hava rætt og skyldu til at gagnnýta alt okkara náttúrutilfeingi burðardygt, bæði alt sum skríður, alt sum flýgur og alt sum svimur. Tí eru tað nógvar orsøkir til at ansa eftir, at vit ikki taka eina avgjørda støðu út frá eini løtumynd, sum er galdandi beint nú. Alt, sum vit gera, skulu vit gera skynsamt, og gera vit tað, hava vit rætt til at vera til, hóast onkur ikki góðtekur okkara máta at liva upp á, sigur Árni Skaale.

Vit skulu bera okkum skynsamt at og tað er púra vanligt, at vit regulera og skipa okkara veiði. Fuglaveiða er væl skipað haruveiða er væl skipað, og tað er fiskivinnan eisini. Men haðani frá til at siga, at vit ikki skulu hava rætt til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, er eitt langt lop og har er mín støða púra greið, leggur hann afturat.

Hann heldur, at vit skulu ikki leypa fram av, hvørki annan vegin ella hinvegin. Tí heldur hann, at vit eiga at fáa eina skipan, har springaradrápið verður betri skipað, men at vit samstundis halda fast við rættin til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt. 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

9 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

16 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

45 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

1 tími síðan
Tíðindi

At spæla við eld

1 tími síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

2 tímar síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

3 tímar síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

3 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

3 tímar síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

4 tímar síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

4 tímar síðan