Tað staðfesti Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, í Breddanum í útvarpinum í morgun.
Partarnir skiltust, og verkfall varð lýst, tá teir ikki samdust um semingsuppskotið, sum var ein lønarhækking upp á 11 prosent í tvey ár.
Sum skilst er røringur nú komin í, og partarnir tosa við semingsstovnin. Tað merkir ikki neyðvendigvís, at nýtt semingsuppskot er á veg, men at røringur er komin í.
Tað er altíð soleiðis í eini verkfalsstøðu, at onkur má flyta seg fyrst. Og tað hava arbeiðsgevararnir so gjørt í morgun.
Við útvarpið segði Sonja Jógvansdóttir, at arbeiðarafeløgini hava ikki flutt seg. Spurningurin er so, um samráðingarfólkini hjá arbeiðarafeløgunum eru líka fastløst, sum talskvinna teirra. Sonja Jógvansdóttir er sum skilst ikki partur av samráðingartoyminum.
Útkastið hjá arbeiðsgevarunum var ein lønarhækking, sum lá um 9 prosent. Tey hava helst hildið seg til karmin, sum varð lagdur við almennu sáttmálanum, 4,75 fyri hetta árið. Av tí at inflatiónin gongur niðureftir, halda arbeiðsgevarar helst, at seinna árið skal vera eitt sindur minni enn 4,75 prosent, kanska 4,25 ella 4,5. Tað vil siga umleið 9 prosent yvir tvey ár.
Tá arbeiðsgevararnir nú siga, at teir vilja flyta seg, so gita vit, at teir nú høvdu góðtikið semingsuppskotið, hóast tað ikki er tað, sum teir siga.
Sambært Sonju Jógvansdóttir, so flyta arbeiðarafeløgini seg ikki. Um so er, so er líka vítt sum sítt. Men eitt er, hvat sagt verður. Annað er, hvussu handlað verður. Sjálvandi fara báðir partar at flyta seg.
Spurningurin er so, um báðir partar høvdu góðtikið semingsuppskotið í dag, ella um ein vika ella eitt sindur meira skal ganga at mýkja støðuna. Men nú er so í øllum førum røringur komin í.
Røringur í: Nú nærkast partarnir í verkfallinum Røringur í: Nú nærkast partarnir í verkfallinum
Sum væntað er røringur komin í, nú verkfall hevur verið í tvær vikur. Í øllum førum hava arbeiðsgevararnir flutt seg í lønarkrøvunum
Eirikur Lindenskov
28. mai 2024 kl. 13:05
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
Í gjár kl. 23:18
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
Í gjár kl. 17:48
Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir
28. oktober kl. 10:47
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
EFL valdi Geza á vikuliðið
1 tími síðan
Fótbóltur
Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur
2 tímar síðan
Tíðindi
Setur spurnartekin við drúgvu friðingina á Føroyabanka
2 tímar síðan
Hondbóltur
Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini
3 tímar síðan
Tíðindi
Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?
3 tímar síðan
Tíðindi
Spanski samferðsluráðharrin fer frá eftir tokvanlukkur
4 tímar síðan
Tíðindi
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
6 tímar síðan
Tíðindi
Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni
7 tímar síðan
Tíðindi
Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA
7 tímar síðan
Lesarabrøv
Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028
7 tímar síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
7 tímar síðan
Tíðindi
Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd
8 tímar síðan