info
Ongi úrslit

Saman ímóti Garðaskøruni á fyrsta sinni

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag skipar fyri Skørudøgum

Nanný Toftegaard
9. juli 2024 kl. 22:21

Føroya náttúru og umhvørvisfelag hevur tikið stig til skørudagar. Tiltakið eggjar øllum at fara út at týna garðaskøruna. Tey sum hava sæð garðaskøruna breiða seg uttanfyri hjá sær sjálvum, ella í nærumhvørvinum, kunnu hittast við grannum, familju ella vinum, og fara í hernað móti garðaskøruni. Fyrsti skørudagur verður sunnudagin 14. juli.

Í minsta lagi 6 sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran, Alchemilla mollis, sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni - framvið vegum, áarbakkum, í bønum - allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni.

Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.

Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti um allar Føroyar, og vit síggja, at vernd av lívmargfeldinum ikki verður raðfest av øllum kommunum kring landið.

Føroya náttúru og umhvørvisfelag hevur gjørt eina vegleiðing, hvussu skøran verður týnd og burturbeind, sí her: www.fnu.fo/skøra


Í samband við átakið, skipar Føroya náttúru og umhvørvisfelag fyri eini kapping. Øll sum luttaka og tagga FNU í stríðnum móti garðaskøruni, eru við í lutakastinum um 3 gávueskjur, sum eru samansettar av lekkrum føroyskum vørum frá m.a. Spírar og sporar, Bjarnastovu og Gómagott.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

17 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

17 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

1 tími síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

8 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

10 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

11 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

11 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

11 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

12 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

12 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

13 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

13 tímar síðan