Samuel aftur til HB

Uttanlandsævintýrið hjá 19 ára gamla miðverjanum er fyribils av

Landsliðsvenjarin var við sama flogfari, sum Samuel, nú hann flutti aftur til Føroya. Her tosa teir saman á flogvøllinum í Vágum í kvøld

Fyri einum ári síðani tann 30 januar 2022 varð kunngjørt, at ársins ítróttarstjørnuskot 2020, Samuel Johansen Chuckwudi, hevði gjørt avtalu við toppliðið í fremstu belgisku deildini, Royal Union Saint-Gilloise.

 

Belgiska stórfelagið hevði leingi víst áhuga fyri Samuel, men ein skaði forðaði honum í at fara avstað fyrr.

 

Samuel fekk viðgerð og endurvenjing í Belgia - og tá hann bleiv klárur aftur – bæði vandi og spældi hann fullar dystir fyri eykaliðið hjá Royale Union Saint Gilloise. Til tíðir vandi hann eisini við besta liðnum. Harafturat fekk Samuel sínar fyrstu A-landsliðsdystir í beinini í november í fjør í venjingardystunum ímóti Kekkia og Kosovo.

 

Samuel hevði ein leigusáttmála við Royal Union Saint-Gilloise til í juli og felagið hevði møguleika at keypa hann fram til tá. Men nú hevur Samuel sjálvur sagt sáttmálan upp og fer at spæla við HB í komandi kappingarári.

 

Landsliðsvenjarin var við sama flogfari, sum Samuel, nú hann flutti aftur til Føroya. Her tosa teir saman á flogvøllinum í Vágum í kvøld