Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchés, sigur, at hann hevur gjørt av at upploysa tjóðartingið og skriva út val í ótíð 23. juli.
Hann hevur tikið avgerðina, eftir at sosialistaflokkur hansara tapti stórt á lokal- og regiónsvali í gjár.
Í eini røðu í sjónvarpi sigur Sanchez, at hann hevur kunnu Felipe kong um avgerð sína um at upploysa tjóðartingið og at skriva út val.
– Eg tók avgerðina, tá eg sá úrslitini av valinum í gjár, sigur hann.
Bæði Sosialistaflokkurin (PSOE) og hin stjórnarflokkurin, vinstrasinnaði Podemos, gingu aftur.
Vinnarin var konservativi PP og høgravíðgongdi Vox.
– Sjálvt um valið í gjár var lokalt og regionalt, sendir tað ein boðskap, sum fer longri enn tað. Tað er tí, at eg sum forsætisráðharri og aðalskrivari í PSOE átaki mær persónliga ábyrgdina av úrslitinum, sigur Sanchez.
Tjóðartingsvalið skuldi annars verið 10 desember.
Við nógvu kommunuvalinin hevur PP fingið flestu atkvøðurnar.
Flokkurin hevur somuleiðis megnað at rikið sosialistarnar úr fleiri regiónum, serliga í eystaru regiónini Valnecia.
Pedro Sánchez hevur staðið fyri fleiri avbjóðingum, síðani hann gjørdist forsætisráðarri í 2018.
Tað snýr sg millum annað um hækkandi inflatiónina og minkandi keypioku, eins og at nógvir veljrar eru troyttir av vinstrastjórn hansara.
Tað hava eisini verið fleiri slítandi uppgerðir í stjórnini millum Sosialistaflokkin og Podemos.
Spania hevur tó samanborið við Evropa annars ein lutvíst góðan búskap.
Sanchez noyðist at staðfesta, at fleistu veljarakanningar siga, at hann missir meirilutan, sum hann stjórnar við í dag.
Fyri PP tykist gøtan greið til stjórnarskifti.
– Vit hava vunnið greiðan sigur, og Spania hevur tikið fyrsta fetið ímóti einum nýggjum politiskum tíðarskeiðið, segði leiðarin í PP, Alberto Nunez Feijoo, í gjárkvølið.
Men tað er ein høvuðpína fyri flokkin, at tað í nógvum kommunum og regiónum fer at vera neyðugt at samstarva við Vox, sum sambært atfinnarum er ein rasistiskur flokkur við fastistiskum eyðkennum.
/ritzau/AFP
Spanski forsætisráðharrin skrivar út val í ótíð Spanski forsætisráðharrin skrivar út val í ótíð
Dagin eftir tapið hjá stjórnarflokkinum á lokalvali upploysir forsætisráðharrin tjóðartingið og skrivar út val.
Eirikur Lindenskov
29. mai 2023 kl. 13:35
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog
8 tímar síðan
Tvey samdøgur á kjølinum
12. september kl. 01:17
Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn
11. september kl. 13:57
Stór mótmælir um alt Týskland
Í gjár kl. 22:42
Myndir: Tingfundur 10.09.26
10. september kl. 20:06
Sløkkiliðsfólk heiðrað
11. september kl. 11:25
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Sjey stig til AB og eitt stig til B68
16 minuttir síðan
Tíðindi
Drona funnin nærindis pólskum frítíðarbýi
46 minuttir síðan
Tíðindi
Trump: Einasta trygd móti vitlíki er ein klókur forseti
48 minuttir síðan
Tíðindi
Festari kann krevja gjald fyri atgongd innangarðs
58 minuttir síðan
Fótbóltur
Mattias Hellisdal: Ikki heilt gingið upp fyri mær enn
1 tími síðan
Tíðindi
Norskt vaktarskip á Skálafirði
1 tími síðan
Fótbóltur
Tveir sigrar til KÍ og ein sigur til 07 Vestur
2 tímar síðan
Tíðindi
Russar vilja spjaða og ræða
2 tímar síðan
Tíðindi
Norrøna Felagið 75 ár
2 tímar síðan
Tíðindi
Vilja styrkja samskiftið við lokala vinnulívið
3 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Ótrúliga langskotsmálið hjá Geza er millum fimm tey bestu
3 tímar síðan
Tíðindi
Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina
3 tímar síðan