info
Ongi úrslit

Spurningurin er um tær smáu fyritøkurnar klára tað

Jørgen Niclasen skal nú greiða frá, um hann ætlar at taka nøkur stig

Áki Bertholdsen
30. oktober 2020 kl. 10:53
Er tað ætlanin at seta nakra serliga skipan í verk fyri tær smáu fyritøkurnar, nú mvg aftur skal rindast í landskassan. Tað er spurningurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú skal greiða frá. Tað er Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum reisir spurningin fyri landsstýrismanninum. Nú nærkast tíðin av álvara til fyritøkurnar skulu rinda mvg, ið bleiv útsett fyrr í ár sum partur í tí fyrsta hjálparpakkanum í sambandi við koronu. Men tað er ein spurningur um smærru fyritøkurnar fara at klára tað, sigur hon. Ein partur av hjálparpakkanum var útseta MVG fyri at styrkja gjaldførið hjá fyritøkum. Sostatt varð freistin fyri at rinda mvg fyri 1. ársfjórðing útsett til 15. november. – Tað er eingin ivi um, at korona hevur rakt okkum meint og leingi og tað er hugsandi, at nógvar smærri fyritøkur, ið hava útsett mvg framvegis eru ógvuliga illa fyri, kanska serliga nú vit eru í lágárstíð. – Harafturat vita vit ikki, um ein bylgja av nýggjum tilburðum, eins og aðrastaðni í heiminum, eisini kemur til Føroya í vetur, og sostatt merkir, at vinnan aftur missir inntøkugrundarlagið, sigur Ingilín Didriksen Strøm. Tí vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, um tað er hansara meting, at smáar fyritøkur eru førar fyri at rinda mvg nú. Hann skal eisini greiða frá, hvussu hann metir, at støðan hjá smærru fyritøkunum er sum heild í hesum tíðum. Og hann skal somuleiðis greiða frá um ætlanin er at gera fleiri hjálparátøk fyri smærri fyritøkur, ið stríðast við avleiðingarnar av koronu – Tær størru fyritøkurnar fara helst at klára seg, men spurningurin er, um tað kann vera neyðugt við eini serskipan til tær smáu fyritøkurnar, sum ikki hava sama gjaldføri. Smáu fyritøkurnar mugu hóra undan, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

1 tími síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

4 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

5 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

6 tímar síðan
Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

6 tímar síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

7 tímar síðan