Seinastu dagarnar hava vit sæð alsamt fleiri fólk brúka maskur, ella ”munnbind”, sum onkur hevur týtt tað til á føroyskum.
Á middegi boðaði fútin frá, at farsóttarnevndin nú mælir til, at fólk brúka hesar maskur í almenna rúminum. Tí er sum vera man gravgangur eftir hesum maskum.
Sum fleiri fólk hava víst á, so er sera stórur prísmunur á hesum maskum, uttan at nakar kann tryggja, at góðskan fylgir prísinum.
Vit hava kannað nakrar tilvildarligar prísir, har munurin er upp í 400 prosent:
| 1 | Veitsla.fo | 6,0 | kr/stk |
| 2 | Miklagarður: | 7,5 | kr/stk |
| 3 | Apotekið | 7,5 | kr/stk |
| 4 | Apotekið | 9,0 | kr/stk |
| 5 | Arctic Import | 9,5 | kr/stk |
| 6 | Loyndin Nethandil | 10,0 | kr/stk |
| 7 | Esla Tvøroyri og Sumba: | 10,0 | kr/stk |
| 8 | KBI | 10,0 | kr/stk |
| 9 | Kemilux | 10,0 | kr/stk |
| 10 | Smartverk | 11,0 | kr/stk |
| 11 | Smartverk | 14,0 | kr/stk |
| 12 | A4 | 18,0 | kr/stk |
| 13 | Smartverk | 20,0 | kr/stk |
| 14 | Smartverk | 20,0 | kr/stk |
| 15 | Valdemar Lutzen | 24,5 | kr/stk |
| 16 | Valdemar Lutzen nýggj sending | 15,0 | kr/stk |