Kann landsstýriskvinnan skjalprógva, at barnaverndartænasturnar í fleiri umførum eru kunnaðar um møguleikan at fáa beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
Tað vil Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, hava at vita frá Eydis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.
Í einum skrivligum fyrispurningi, dagfestur 21. oktober, tekur hann afturíaftur eitt svar, sum landsstýriskvinnan gav Løgtinginum 29. juni í ár.
Málið snýr seg um møguleikan hjá barnaverndartænastunum at fáa beinleiðis atgongd til upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum gjøgnum Heldina.
Vísir til ein teldupost
Í svarinum frá juni varð upplýst, at Landsfólkayvirlitið í fleiri umførum hevði kunnað barnaverndartænasturnar um henda møguleikan.
Sámal Petur í Grund vísir tó á, at innlitstilfarið, sum hann hevur fingið í málinum, bert vísir ein teldupost við kunning um Heldina og neyðugu fakskipanina.
Sambært løgtingsmanninum varð telduposturin sendur leiðaranum í einari einstakari barnaverndartænastu 29. juni – sama dag, sum svarið hjá landsstýriskvinnuni er dagfest.
Hann heldur ikki, at hesin telduposturin kann skjalprógva, at barnaverndartænasturnar í fleiri umførum høvdu fingið kunningina.
Spyr um svarið verður rættað
Løgtingsmaðurin biður tí landsstýriskvinnuna greiða frá, hvussu upplýsingin í svarinum samsvarar við innlitstilfarið.
Um hon ikki kann skjalprógva, at tænasturnar vórðu kunnaðar í fleiri umførum, vil hann vita, um hon ásannar, at hesin parturin av svarinum ikki samsvaraði við veruleikan, og um hon fer at rætta tað.
Í viðmerkingunum leggur Sámal Petur í Grund dent á, at Løgtingið má kunna líta á, at upplýsingar frá landsstýrisfólkum eru rættar, nágreiniligar og kunnu skjalprógvast.