Næturnar leingjast, og hitin fellur. Tað sæst aftur á eini mynd, sum ein av Sentinel-3-fylgisveinunum hjá evropeisku Copernicus-skipanini tók av Skandinavisku hálvoynni 20. oktober.
Á myndini síggjast mjørki og lág skýggj í dølunum í eystara parti av Noregi og vestara parti av Svøríki, serliga norðan fyri Oslo. Hægri uppi í sunnara parti av Noregi liggur kavi.
Sambært Copernicus er hetta ein vanlig sjón um heystið. Mjørki tekur seg ofta upp í dølum og øðrum láglendi, tá ið slavin luft nær jarðar verður køld. Samstundis byrjar kavin at leggja seg í hæddunum.
Myndin vísir eisini stór skýggjaøki yvir Norskahavinum og Norðsjónum.
Upplýsingarnar frá Sentinel-3 verða millum annað brúktar til at fylgja við mjørka, lágum skýggjum og kava í Norðurevropa. Tær stuðla veðurforsagnum og arbeiðinum við ferðslutrygd og umsiting av vatntilfeingi.