Toppliðið í Belgia keypir spælara í HB

Ein av ungu og heilt gávuríku verjuspælarunum hjá HB er á veg til Belgia at spæla

Mynd: Álvur Haraldsen

Enn er tað ikki alment, men tað er vist, og einasti fótongulin á vegnum kann vera læknakanningin.

 

Felagið, ið eigur liðið, sum í løtuni er ovast á støðutalvuni í Belgia, hevur stóran áhuga at knýta ein av ungu og gávuríku spælarunum í HB at sær.

 

Talan er um 18 ára gamla Samuel Johansen Chukwudi, vita keldur við góðum innliti í HB at siga.

 

Hann var bara 16 ára gamal, tá ið hann fyrst í oktober 2019 fyri fyrstu ferð royndi seg á besta liðnum hjá HB. Eingin ivi hevur verið um, at miðverjin er serliga gávuríkur. Í 2020 var hann mest sum fastur maður á meistaraliðnum í bestu deildini. Í fjør spældi hann bara átta ferðir á besta liðnum. Síðsta ferðin var 16. mai í málleysa javnleikinum í Runavík.

 

At Samuel Johansen Chukwudi ikki spældi á besta liðnum eftir 11. umfar í fjør komst av, at hann var skaddur í knænum.

 

Nú er hann komin fyri seg. Men einasta ivamálið, um hann fer at spæla við belgiska toppliðnum ella ikki, er, um hann stendur læknakanningina. Tað vil siga, at læknarnir hjá belgiska felagnum siga, at knæskaðin, sum í fjør darvaði so nógv, ikki longur darvar Samuel at spæla fótbólt á hægsta støði.

 

Stóru og kendu feløgini í Belgia eru Club Brügge, Royal Antwerpen, Anderlecht og Gent. 18 lið eru í bestu deildini, og hesi fýra feløgini eru, nú liðini hava spælt 21 ella 22 dystir, á plássunum frá tvey og til fimm.

 

Ovast á støðutalvuni í Jupiler Pro League er Union St. Gilloise, Union SG og oftast bara nevnt Union. Felagið heldur til í høvuðsstaðarøkinum, og gongur tað, sum felagið ætlar, og sum tað er semja við HB um, so flytur Samuel Johansen Chukwudi til Union SG, sum hevur keypt hann leysan av sáttmálan í HB.

 

Tað er óvæntað, at Union SG er ovast á støðutalvuni í Belgia, tí felagið flutti síðsta kappingarár upp í bestu deildina eftir at hava verið 48 ár í næstbestu deildini.

 

Annars er Union SG eitt av sigursvandastu feløgunum í Belgia, men nú er tað langt síðani, at felagið var meistari. Felagið hevur vunnið 11 meistaraheitið. Tað fyrsta í 1904 og tað síðsta í 1935.

 

6. august í 2020 skrivaðu HB og Samuel Johansen Chukwudi undir sáttmála, sum er galdandi fram til ársenda í 2023. Tá segði táverandi HB venjarin Jens Berthel Askou soleiðis:

 

– Sáttmálin við Samuel gevur bæði okkum og honum frið til at hugsavna okkum um at menna hann. Hansara avrik í ár hava verið framúr, og tá vit hugsa um at hann bert er 17-ára gamal, sigur tað okkum somikið, at her er talan um eitt tað størsta verjutalentið í Føroyum í nógv ár. Enn er nógv at arbeiða við áðrenn Samuel er til reiðar at fara víðari út í heim, men hann hevur øll amboðini við sær, sum skulu til fyri at hann kann náa sínar dreymar.

 

– At Samuel hevur undirskrivað ein langan sáttmála, vísur at hann hevur álit á at hetta er rætta staðið fyri hann at menna seg. Okkara fremsta uppgáva er nú at hjálpa honum at leggja fleiri løg á sítt spæl, soleiðis at hann gerst klárur til nýggjar og størri avbjóðingar, segði Jens Berthel Askou, í 2020, tá ið hann var HB venjari.

 

Sambært faroesoccer.com hevur Samuel Johansen Chukwudi spælt 29 dystir í bestu deildini og tveir steypadystir. Hann hevur spælt sjey U-21 landsdystir og níggju U-17 landsdystir.

 

Mynd: Álvur Haraldsen