Tórshavnar Manskór í Salt

Tórshavnar Manskór er kór, ið hevur mong ár á baki. Kórið hevur roynt seg bæði á konsertum, á útgávum og á ferðum úti í heimi. 

 

Kórleiðari er Bjarni Restorff.

 

Leygarkvøldið 21. mei, kl. 19.30 hevur Tórshavnar Manskór konsert í Suðuroynni - í SALT á Drelnesi.

 

Á skránni er eitt breitt úrval av teimum sangum, ið kórið er kent fyri at syngja.

 

Harumframt eru gestasangararnir Tróndur Enni, Lív Næs og Edvard Nyholm Debess við.