info
Ongi úrslit

Umstøður hjá barnakonum úr Suðuroynni

Jónleyg J. Bech, valevni fyri Sambandsflokkin
6. desember 2022 kl. 09:58

Síðan føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd í 2016, skulu barnakonur úr Suðuroynni norður á Landssjúkrahúsið at eiga børnini. Tær skulu til Havnar tvær vikur áðrenn, tær eru settar at eiga. Í flestu førum fara maki og børn norður við at vera saman við barnakonuni hesar seinastu vikurnar.

 

Nógvar eru søgurnar um umstøðurnar, ið hesar familjur koma til í Havnini. Og støðan tykist ikki at vera batnað nakað nevnivert.

 

Hendan síðsta tíðin áðrenn føðing, ið vanliga er merkt av gleði og spenningi, verður ofta heldur merkt av frustratiónum og hjálparloysi, tí umstøðurnar hjá hesum familjum at búleikast á Eirargarði als ikki eru nøktandi.

 

Harumframt kemur, at fer makin norður við at stuðla, avlasta og vera saman við kvinnuni og familjuni hesa tíðina, so má hann taka frí frá arbeiði og missir harvið inntøku alla hesa tíðina. Talan kann vera um fleiri vikur, um kvinnan gongur yvir tíð.

 

Tað kann ikki vera rætt, at tað skal vera so stórur munur á borgarum, alt eftir hvar í landinum, ein býr. At fólk úr suðuroynni, ið fáa sær børn, skulu vera fyri fíggjarligum vanbýti og ikki fáa bjóðað nøktandi umstøður at búleikast í, tá tey skulu frá húsi og heimi í fleiri vikur. Hetta er simpulthen ikki gott nokk.

 

Umstøðurnar hjá barnakonum og teirra familjum í Havn eiga at raðfestast og dagførast beinanvegin, tað er onki at bíða við. Samstundis eiga makarnir hjá barnakonum ikki at vera fyri fíggjarligum vanbýti, tá teir velja at vera saman við familjuni hesa tíðina, nakað sum er ein sjálvfylgja fyri øll onnur í landinum. Ein møguleiki er, at teir fáa útgjald úr barsilsskipanini hesa tíðina, ella á annan hátt verða tryggjaðir inntøku, so at fíggjarliga støðan hjá familjuni ikki skal vera ein stúran í hesi tíðini.

 

Jónleyg J. Bech

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

25 minuttir síðan
Tíðindi

FAKTA: Deyð­ans keyp­maður stovn­aði friðar­heiðurs­løn Nobels

1 tími síðan
Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

1 tími síðan
Tíðindi

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

1 tími síðan
Tíðindi

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

2 tímar síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

2 tímar síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

2 tímar síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

2 tímar síðan
Tíðindi

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

3 tímar síðan
Tíðindi

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

4 tímar síðan