Tað upplýsir Yandex sambært tíðindastovuni AFP.
Yandex verður ofta nevnt russiska svarið upp á Google. Felagið rekur mest brúktu leitimaskinuna í Russlandi og hevur eisini appir, har fólk kunnu bíleggja mat og hýruvognar.
– Dronuálopið hevur rakt ein part av dátumiðstøðini hjá Yandex í Kaluga. Fleiri eindir á dátumiðstøðini eru heilt óvirknar, sigur felagið í eini fráboðan fríggjadagin.
Hetta kann órógva nakrar av tænastunum hjá Yandex. Felagið er í ferð við at kanna, hvussu stórur skaðin er.
Sambært AFP kunnu álopini tveir dagar á rað vera tekin um, at Ukraina er farið at leypa á russiskt internetundirstøðukervi. Hetta hendir nakrar vikur eftir, at Russland fór at leypa á dátumiðstøðir í Ukraina.
Guvernørurin í Kaluga sigur, at níggju fólk vórðu særd í einum álopi í økinum. Fimm teirra eru innløgd á sjúkrahús, og støðan hjá teimum er stabil.
Gjáranáttina elvdi eitt álop á eina dátumiðstøð hjá Yandex í Rjazan-økinum til eldsbruna.
/ritzau/